Stutt eftir, at løgtingið hevði samtykt málið, bórust eisini tíðindini um, at met nógvar umsóknir vóru til heilsuskúlan í summar, og lítið var at ivast í, at hetta skyldaðist, at málið um løn undir útbúgving var samtykt. Meðan tað í nøkur ár hevði verið heldur soltið við tilmeldingum til heilsuskúlan, síggja vit nú, at støðan er broytt. Fleiri hava hug at taka hesar útbúgvingar aftur, og í ár hava verið met nógvar umsóknir. Frá at tað bert vóru 10 umsóknir í fjør vóru tað 38 næmingar, ið byrjaðu á skúlanum á teimum trimum útbúgvingunum ( ávikavist 6 til heilsurøktara, 14 til námsfrøðihjálpara og 18 næmingar á heilsuhjálparaútbúgvingini sambært skúlastjóranum á heilsuskúlanum í kvf) Støðan minnir nú aftur um støðuna fyrst í 00 unum, tá ið vit høvdu eina skipan við løn undir útbúgving, og flokkarnir vóru fullsettir við næmingum.
Málið um løn undir útbúgving hevur verið eitt av kjarnumálunum hjá samgonguni, og var hetta tí eisini avtalað í samgonguskjalinum. Orsøkin var stóra starvfólkatrotið sum bara gjørdust størri og størri við árunum og sambært Búskaparráðnum koma tað at mangla 700 starvfólk á økinum tey komandi 10 árini.
Men kanska var tað ov tíðliga at frøast í vár, tí hundurin var bert hálvt bardur, tí eftir var eisini at fáa semju um sjálva upphæddina av lønini undir útbúgvingini ímillum KAF (Kommunala arbeiðsgevarafelagið ) øðrum megin og avvarðandi fakfeløgini hinumegin. Tíverri hevur tað enn ikki eydnast at fáa semju ímillum partarnar, og fleiri lesandi mugu liva í óvissuni eina løtu afturat um hvat úrslitið fer at vera. Onkur hevur valt at takka nei til útbúgvingina, meðan onnur liva í vónandi um at tað fer at eydnast at finna semju, og tíbetur vísir tað seg, at tey allar flestu ikki eru fallin í fátt og hava álit á, at semjan kemur í hús.
Skeivt at geva heilsuskúlanum skyldina
Í samband við málið um løn undir útbúgving vóru eisini atfinngarsamar røddir frammi og fýltist á , at útbúgvingin til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara fór at kosta landskassanum og kommununum mió, og at hettabara var ein beinleiðis økisstuðul í ein skúla, sum liggur í Suðuroynni, og tí var neyðugt at geva teimum lesandi eyka studning ella løn. Hetta er ikki rætt. Um skúlin hevði ligið í Havn, Klaksvík ella í Svínáum hevði tað framvegis verið neyðugt at gera eina skipan við løn undir útbúgving, tí útbúgvingarnar talan eru upp eru at líkna við aðrar handverkligar útbúgvingar, har næmingar fáa lærlingaløn, eitt nú handverkarar. Løn til hesar fakbólkar síggja vit eisini í okkara grannalondnum, og tí hevur tað als onki at gera við, at skúlin liggur í suðuri. Oftani er tað eisini talan um tilkomin fólk, sum ynskja at førleikamenna seg eftir eitt langt arbeiðslív á umsorganar- og heilsuøkinum, fólk, sum hava hús og heim at forsyrgja, og tí er tað einasti møguleiki hjá teimum at taka hesar útbúgvingar um tað verður veitt løn undir sjálvari útbúgvingini. Vit skulu minnast til, at hetta er ein gevandi íløga í heilsu- og umsorganarøkið, sum alsamt hevur tørv á størri fakligheit umframt, at tað er ein íløga í góða starvfólkarøkt, at starvfólk kunnu menna og útbúgva seg. AT tað so harumframt eisini gerst áhugavert og eggjandi hjá ungum lesandi at taka útbúgvingar innan heilsu og umsorganarøkið orsaka av lønini undir útbúgvingini, skulu vit bara fegnast um, tí í mong ár hevur hevur tað øvugta vist seg.
Í morgin setast partarnir aftur til samráðingarborðið, hetta eru øll skilafólk, sum eg havi stórt álit á fara at megna at finna eina skilagóða semju, og fari eg at ynskja teimum hepna hond við samráðingunum til frama við hesi so týðandi øki í føroyska samfelagnum.
Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi