ÓLAVUR Í BEITI
Teksturin er drúgvur í nýggja uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, viðvíkjandi nýggju tinglýsingarlógini, og sigur Høgni Hoydal at tveir høvuðstættir eru í lógaruppskotinum. Fyrst og fremst broyting í tinglýsingarlógini við innføring av edv-tinglýsing fyri eyga, og so ávísar ásetingar viðvíkjandi edv-nýtslu, kunning og fremjan av edv-verkætlanini.
? Eftir galdandi skipan er tinglýsingin ein almenn skráseting av skjølum viðvíkjandi rættindum í fastari ogn, leysafæ ella ognarviðurskiftunum hjá persóninum. Til skrásetingina er knýtt ein røð av rættarfylgjum, fyrst og fremst í mun til triðjamann. Tinglýsing er føroyskt sermál. Av praktiskum orsøkum stendur Sorinskrivarin tó fyri tinglýsingarverkinum. Tinglýsing er ein rættarlig uppgáva, greiður Høgni Hoydal frá.
Dagbók
Og víðari verður sagt, at tinglýsingarliga skrásetingin fer í dag fram á leysbløðum. Henda skipan, ið er grundað á pappír, hevur í høvuðsheitinum verið óbroytt síðani tinglýsingarlógin kom í gildi.
? Við fáum undantøkum verða øll skjøl, ið verða móttikin til tinglýsing, førd í dagbókina. Við hesum kann móttøkudagurin staðfestast og síggjast kann hvussu skjølini í tíð eru innkomin, soleiðis at eingin ivi stendst um hetta. Eftir innføringina í dagbókina ger Sorinskrivarin ta tinglýsingarligu kanningina. Talan er um eina løgfrøðiliga kanning, har støða skal takast til, um skjalið eftir sínum innihaldi, áður lýstum rættindum ella lóggávuni annars er nakað til hindurs fyri, at skjalið verður lýst á tann hátt, sum tilmeldarin ynskir.
Ikki pappírleyst
Og Høgni Hoydal metir, at tað framhaldandi verður arbeitt við tinglýsingarskjølum úr pappíri. Við tíðini fer tó at verða møguligt at hava pappírsleysa tinglýsing. Og tann elektroniska tingbókin skal bert hava aktuellar upplýsingar. Skotið verður upp, at upplýsingar um avlýstar og strikaðar heimildir verða fluttar til eina serstaka »søguliga« skrá.
? Tað er ein grundleggjandi eginleiki við tinglýsingarskipanini, at upplýsingarnar hjá tinglýsingarverkinum eru almennar fyri borgaran, fyritøkur og myndugleikar, uttan at tað vanliga verða settar serstakar treytir fyri at fáa upplýsingarnar. Soleiðis kunnu øll fáa upplýsingar um innihaldið í dagbókini, tingbókini og persónbókini við persónliga at venda sær til tinglýsingarskrivstovuna, við at biðja um útskriftir, heruppií eina fullfíggjaða tingbóksváttan og ? við nøkrum praktiskt grundaðum avmarkingum ? gjøgnum telefon.
? Afturat hesum kemur, at stuttar fráboðanir um øll heimildarskjøl og veðbrøv, ið verða fráboðað til tinglýsing, verða almannakunngjørdar í tinglýsingarlistanum, sigur Høgni Hoydal í viðmerkingunum.
Og at enda verður sagt, at av bæði dátu og rakstrartrygdarligum orsøkum fara dátur dagliga at verða fluttar frá upprunaligu tingbókini til eina teldu, sum fyrispurningar frá almenninginum fara til. Henda telda er í Danmark og hevur samsvarandi upplýsingar frá øllum donskum rættardømum.
3,7 mió. kr
Upplýst verður hartil, at útreiðslurnar til starvsfólk og tilfar hjá tinglýsingini verður rindað av ríkiskassanum, tó soleiðis at inntøkurnar av tinglýsingargjaldi er 100 kr. Sambært fyriskipan frá 8. februar 1810 skal harumframt við sølu av fastari ogn rindast eitt eigindómsgjald og fellur hetta gjald somuleiðis til ríkiskassan. Inntøkurnar frá hesum gjøldum vóru í 1997 3.648.984 kr. Útreiðslurnar í sambandi við stovnan av edv-tinglýsingarprojektinum viðvíkjandi fastari ogn verður rindað av ríkiskassanum og fer sostatt ikki at hava útreiðslur við sær fyri landskassan.