Stendur tað til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, verður tað tveir tunlar í Norðoyggjum, sum eiga at verða raðfestir fremst av øllum tunlunum, sum annars eru á skránni.
Tað boðaði hann frá nú í vikuni.
Tað var Karsten Hansen, løgtingsmaður, sum vildi hava at vita, hvussu gongur við fyrireikingunum til tunnilin ímillum Klaksvík, Árnafjørð og Norðdepil og við tunlinum úr Hvannasundi til Viðareiði.
Bjarni Djurholm sigur, at í næstu tingsetu er ætlanin at leggja uppskot fyri Løgtingið um tunnil úr Klaksvík, norður um fjall.
Hvat viðvíkur tunli til Viðareiðis, eru kanningar eftir at gera, so tað fær hann ikki sagt so nógv um enn.
Bjarni Djuholm sigur, at hann kundi hugsa sær, at raðfestingin verður so, at fyrst verður tunnilin norður um fjall gjørdur og tá ið hann er liðugur, verður farið undir tunnil til Viðareiðis beinanvegin, tí talan er um dýrar tunlar, tí teir kosta fast í 200 milliónir hvør, so tað verður torført at gera báðar ísenn.
- Men teir eiga at verða gjørdir í hølinum á hvørjum øðrum, sigur hann.
Sostatt heldur Bjarni Djurholm, at táið Hovstunnilin er liðugur, eiga tunlarnir á Norðoyggjum at verða næstir á skránni.
Nógvir tunlar á skránni
Kortini legði Bjarni Djurholm afturat, at nógvir tunlar eru á skránni og at tað áliggur Løgtinginum at raðfesta, í hvørjari raðfylgju, teir skulu gerast. Og enn er ongin politisk viðgerð verið av spurninginum um, í hvørjari raðfylgju, tunlarnir skulu gerast.
Hann legði kortini afturat, at vinnumálaráðið hevur arbeitt miðvíst fyri at slóða fyri, at arbeiðið upp á tunlarnar í Norðoyggjum kann fara ígongd, so at haldast kann fram har, tá ið Hovstunnilin er liðugur.
Hann heldur tað vera hóskandi, at vit brúka 150-160 milliónir um árið til vegagerð og so ræður um at gera eina raðfesting.
Hann vísti eisini á, at smærri tunlar, til Dals, Fámjins og til Tjørnuvíkar, eiga onkusvegna at passa inn ímillum.
Men tað eru eisini longri tunlar at gera, eitt nú umrøddu tunlar í Norðoyggjum, tunnil til Hvalbiar, sum er ein fløskuhálsur og tunnil Millum fjarða.
Spurningurin er so at raðfesta, men stendur tað til mín, fara vit fyrst í Norðoyggjar, endurtekur landsstýrismaðurin.