Næstan 3.000 deyð av kolera

Verður einki munagott gjørt, kunnu 60.000 fólk í Zimbabwe fáa kolera. Higartil eru næstan 3.000 deyð Zimbabwisku myndugleikarnir siga, at higartil eru 14.000 fólk smittað av kolera, og at 600 eru deyð.

Men altjóða hjálparfelagsskapir og ST siga, at hesi tølini eru ikki álítandi. Teir vilja vera við, at næstan 3.000 eru deyð av kolera í Zimbabwe, og at talið á smittaðum kann koma upp í 60.000, verður einki munagott gjørt.

Útlendskir serfrøðingar siga, at einki skil er á heilsuverkinum í Zimbabwe, og at trý sjúkrahús í høvuðsstaðnum Harare eru stongd, tí eingir pengar eru at keypa heilivág fyri.