Heðin á Lakjuni, liðformaður hjá KÍ, var bæði harmur og argur um at tapa dystin í gjár. – Men vit kunnu bara gera sum onkur annar plagdi at taka til, og taka ein dyst í senn, helt hann fyri. Talan gjørdist um ein rættiliga sannførandi sigur til EB/Streym, og liðformaðurin hjá KÍ helt, at serliga næsta málið hjá heimaliðnum var avgerandi. – Tað søkti okkum ordiliga. Vit høvdu tá lagt eitt hampiligt trýst á EB/Streym eina góða løtu, og vóru nærvið at fáa útjavnandi málið, men so skora teir og tað søkti okkum, metir Heðin á Lakjuni.