TINGHELLUANALYSA
Eftir mínum tykki er fremsta útflutningsvøra føroyinga, í øllum førum eftir fisk og úrdráttir, vitan og útbúgving. Vit eru annars vand upp til at síggja fiskivinnuna sum ta alráðandi vinnuna, serliga innan útflutning, har frímerki eitt sindur forhánisliga verða søgd at vera á øðrum plássi.
Men um statistikkurin varð øðrvísi settur upp, so høvdu vit sæð, at vit útflyta ótrúliga nógva vitan og útbúgving. Far á flogvøllin í Vágum, har eru altíð føroyingar ávegis í útlond við síni vitan. Sjómenn við royndum, ið reiðarar aðrastaðni eftirspyrja. Skiparar og maskinmenn okkara eru enntá formliga útbúnir í Føroyum á skúlum, sum mugu sigast at vera í heimsklassa, tí kandidatar frá hesum lærustovnum føra og reka skip á flestøllum heimsin høvum.
Sjómonnum við lið standa oljufólk, lærarar, granskarar og onnur, ið kenna seg heima í Føroyum, men sum av ymsum orsøkum arbeiða uttanfyri Føroyar størri og minni part av árinum. Men í Vágum sært tú eisini øll tey hundratals lesandi á veg av landinum eftir lokið miðnám. Vanliga sær føroyingurin tey sum eina útreiðslu, ið tíbetur sleppur sær burtur. At útbúgva búskaparkøn ella læknar er jú stór útreiðsla, tað er nóg tungt, at tey øll skulu liva av fiskivinnuni, um tey koma heim aftur. Tí er gott, at vit sleppa undan at brúka pengar uppá tey undir lesnaði.
Henda vanliga fatanin er tíverri skeiv. Við teimum miðnámsútbúnu fara eisini øll tey arbeiðspláss, allur tann umsetningur, øll tey børn og øll familjubond, alt tað arbeiði og frítíðarvirksemi, alt tað lív og virksemi, ið er at finna kring fólk undir útbúgving. Alt hetta útflyta vit heldur enn at halda tað sum mest hjá okkum sjálvum. Lykilin til bæði búskapar og fólkavøkstur verður útfluttur, tí vit halda at útbúgving er útreiðsla. Men útbúgving er ikki bara útreiðsla, útbúgving er útflutningur, búskapur og menning.
Hví dámar okkum so illa skúlar?
Hugsa tær, at fólk sóu tað sum sína súru plikt at møta á graslíkisvøllinum, umboða bygdina í teirri triviellu grannauppgerðini, har ákoðarin klappar eitt sindur fjarður í eygunum við ymsum bókligum í tonkunum, og so skjótt dysturin er av, fellur prátið á nýggju íløgutilboðini ella seinasta fróðskaparritið. Ikki sannlíkt, tí hví skuldu fólk spælt ella hugt at fótbólti, um tey ikki tímdu og veruliga høvdu áhuga fyri honum?
Men hví eru tað so mong, sum eru útbúgvin ella undir útbúgving, men eru fullkomiliga uttan bókligan áhuga? Hví halda ikki allir føroyskir juristar tað føroyska lógarritið (er eitt føroyskt lógarrit? spyr lesarin nú), ella hví eru so fá av teimum við hægri útbúgving limir í Fróðskaparfelagnum (er eitt...?), ella hví er so lætt at manna bát ella bindiklubb, men so ótrúliga strævið at manna pallborð?
Tað byrjar longu í barnskúlanum, sjálvt hjá okkum, ið hava útbúgvin foreldur, er spurningurin frá næstrarfólki altíð: strævið at ganga í skúla, ha? Gott at fáa feriu slappa av? Nei, taðveivist at var tað ikki strævið at ganga í føroyskan fólka ella miðnámsskúla. Ferian var heldur tað øvugta, kjansurin at sleppa at gera okkurt, fáa arbeiði, ið kravdi nakað, ella fáast við sjógv, fjøll ella ítrótt, alt eftir hugi, evnum og umstøðum.
Sum eg fáist við ymsikt bókligt arbeiði síggi eg, hvussu nógv eg kundi havt lært um føroyskt mál, skrivilag og arbeiðshátt. Sjálvandi áttu vit at farið frá læraraútbúgvingini, ið ger fólkaskúlalærarar til eitt slag av millumteknikarum, ið skulu kunna undirvísa í barnaskúla av tí gamla slagnum, har øll børnini í bygdini sótu í somu stovu, og lærarin undirvísti í øllum fakum. Eg veit hetta av egnum royndum; hevði føroysktlærara við exam. art. prógvi, men sjálvt um hann formliga og veruliga soleiðis var betur fyri í føroyskum, valdi skúlaleiðslan at seta hann at hava okkum í kunning. Tíbetur eydnaðist tó mær nóg ofta at fáa kunningina at snúgva seg um setningsbygnað og málsøgu, til at eg fekk so toluliga skúling í føroyskum.
Men hví er tað so, tá vit vita, at kappingin er hørð, at betri útbúgving gevur betri løn, at bókligur kunnleiki kemur fólki til góðar í so mongum av lívsins viðurskiftum, at vit meta tað bókliga so lágt? Hví verða børn happaði fyri at vera nørdar, tá vit vita, at sannlíkindi eru nógv størri fyri, at tann við áhuga fyri tónleiki, evning ella fótbólti fer at standa við brostnum dreymum um miðjan aldur, meðan tann við bókligum prógvum, serliga nóg almennum ella akademiskum prógvum, kann skifta frá einum spennandi arbeiði í annað? Umframt at hugna sær við list, ítrótti ella traðarlívi!?
Var nakað skil á, so dugdu vit at hava stavikappingar, spurnarkappingar og stílakappingar til tess at geva næmingum fatan av tí einfalda veruleika, at útbúgving og kunnleika føra vinning við sær. Samstundis áttu vit at tryggja okkum, at tey við listarligum gávum fáa greiða fatan av, at eisini tey mennast av at útbúgva seg. Fótbóltspælarin hevur gott av útbúgving, so hann kann velja at gerast venjari við árunum ella velja at gera okkurt annað. Tann, ið vil vera skipari, hevur somuleiðis gott av at hava nøkur alment mennandi fak, ið gera hann betur føran fyri at átaka sær onnur størv enn júst at føra skip.
Sameinda Setrið
Í hesum døgum tykist arbeiði vera farið í gongd at sameina hægru skúlarnar í Føroyum. Hetta er fyri neyðini. Bæði tí tað átti at givið okkum meira fyri pengarnar at havt færri skipanir, ið gera tað sama, men eisini tí fólk so fáa øðrvísi fatan av hægri útbúgving í Føroyum.
Hægri útbúgving er heiðurligur og ríkandi vinnuvegur. Sjómansskúlalærarin livir ikki av fiskivinnuni meira enn fiskivinnan livir av honum. At læra onnur at skilja, brúka ella gera ymiskt er minst líka so framleiðandi sum at draga ella skera fisk. Tann, ið lærir onnur, framleiður og selur vitan og útbúgving.
Tí er tað so spell, at vit nokta okkum sjálvi øll tey arbeiðspláss væl lønt arbeiðspláss sum fara av landinum við teimum miðnámslærdu. At tað í sjálvum sær er gott at fara av landinum at síggja seg um er nakað annað. Tað eigur sjálvsagt at føra við sær, at føroysk lesandi fara í mangar ymsar ættir í ávís tíðarskeið, men tað er ikki haldbar orsøk til at meginparturin av føroyskum lesandi ungdómi er júst í Danmark 5-10 av bestu árum sínum.
Vit kunnu uttan stórvegis trupulleikar gera útbúgving til vinnu beinanvegin.
Fyri tað fyrsta: skipanir sum NordPlus gera, at vit kunnu bjóða út fak í Føroyum, sum verða góðskrivað í Danmark. Tey, ið lesa búskap ella tøkni í Kjøbinhavn, kunnu saktans taka nøkur av fakum sínum og skriva høvuðsuppgávuna í Føroyum og hava føroyskar lærarar og gera tað í samstarvi við føroysk vinnuvirki og framvegis fáa tað danska prógvið útskrivað.
Fyri tað annað: slík fak kunnu eisini bjóðast føroyingum, ið eru lidnir. Eftir og víðariútbúgving er eins týðandi og tann drúgva formliga útbúgvingin. Vit hava longu grundskeið í lóg á Fróðskaparsetrinum sum dømi um fak, ið bæði er fyri lesandi á bachelor og lidnar kandidatar. Fyri báðar málbólkarnar verður útbúgvingin meiri spennandi.
Fyri tað triðja: hetta er sjálvfíggjandi. Búskapurin av at fleiri fólk flyta til Føroya at lesa og undirvísa, tey skapa eftirspurning, gjalda skatt og taka tátt í øllum hugsandi samfelagslívi. Samstundis spara bæði tað almenna og vinnan stórar beinleiðis útreiðslur. Fyri tað sama sum einstakt skeið uppá 1-3 dagar kostar við ferðaútreiðslum og øðrum ber til at taka bæði longri, betri og bíligari skeið í Føroyum. Við at fáa framtíðar arbeiðsmegina nærri knýtta fáa bæði almenn og privat arbeiðspláss fleiri og betri starvfólk.
Tá gongd fyrst er komin á útbúgving og gransking fara eisini fleiri fak og heilar útbúgvingar at standa fólki í boði við tað Sameinda Setrið og helst eisini aðra hægri skúlar, tí kapping er eisini góð teirra millum.
Hetta við útbúgving sum vinnu er heldur ikki avmarkað til fólk við fínum útbúgvingum. Øll kunnu læra at gera arbeiðið betur, og tað liggja framleiðsla og vinnur í at útbúgva tey til tað, um tað so er frálæra í stóra koyrikortinum, í teldu, í máli ella í slíkum, sum gevur umvegis og óbeinleiðis búskaparligan vøkstur sum list og ítróttur.
Vit skulu halda fram at útflyta vitan og útbúgving, men ikki við at útflyta alla rávørðuna, eins og vit nú gera.