Fyri lítlari løtu síðani samtykti Klaksvíkar Býráð, at borgarstjórin kann røkja tingsess.
Sostatt fer Jógvan Skorheim at teljast millum tinglimirnar á Føroya Løgtingi.
Í farna valskeiði slapp borgarstjórin ikki á ting, tí meirluti var ikki fyri hesum. Men nú eru tey, sum eru ímóti, í minniluta, og varð uppskotið um at loyva Jógvani Skorheim at røkja tingsess, umframt borgarstjórasessin, samtykt við seks atkvøðum fyri, og fimm ímóti.