Nú skulu skeinkistøðini rudda upp eftir tær sjálvum. Og gera tey ikki tað, fáa tey bót. Tað eru nýggju treytirnar, skeinkistøðini nú mugu laga seg til. Annars hevur tað verið so, at einaferð í tíðini varð avtala gjørd ímillum skeinkistøðini í Havn og Tórshavnar kommunu um, at tá ið skeinkistøðini lótu aftur um næturnar, skuldu tey sópa óruddið út á vegin, tí so skuldi gøtusópararnir hjá kommununi, syrgja fyri, at beina tað burtur tíðliga um morgunin, tá ið teir fara til arbeiðis.
Men løgreglan sigur, at hetta við óruddi hevur bara vundið upp á seg og tað er mangan ótespuligt í býnum við einnýtisíløtum, brotnum fløskum, hálvtómum pizzabakkum, og øðrum, sum liggur og flýtur allastaðni. Og avtalan, tey høvdu við kommununa er eisini langt síðani farin úr gildi.
Løgreglan sigur, at tískil hava skeinkistøðini nú fingið greið boð um, at hereftir skulu tey sjálvi syrgja fyri at taka sítt egna órudd upp og fáa tað burturbeint. Og gera tey ikki tað, fáa tey bót, sigur løgregan