Nú skal væl kendur bygningur í Havn takast niður

Býráðslimir í Havn hava ætlanir um, hvat stykki skal brúkast til fyri at fáa meiri lív í

 

 

Nú ætlanin er at fara undir íbúðarbygging á Frúutrøð í Eysturbýnum í Havn, er samstundis ætlanin at taka Musikkskúlanum, sum er har, niður.

Musikkskúlin flytir skjótt í nýggj høli á Landavegnum, og samstundis ætlar býráðið at byggja íbúðir á Frúutrøð, har skúlin stendur.

Upprunaliga var ætlanin at byggja 50 íbúðir, men tann ætlanin datt niðurfyri, partvís tí at eingin hættaði sær undir tað, og partvís tí at grannarnir mótmæltu.

Síðani er býráðið farið í samstarv við Bústaðir og nú er ætlanin avmarkað til 34 íbúðir. Men samstundis er ætlanin at taka Musikkskúlan niður, varð upplýst á býráðsfundi í Havn hóskvøldið.

Men á býráðsfundinum varð eisini staðfest, at ætlanin er at brúka stykkið, har Musikkskúlin stendur, til eitthvørt endamál, sum kann verða ein partur av tí nýggja íbúðarøkinum, og sum kann vera við til at draga fólk til sín, og at fáa meiri lív í.

Í hesum sambandi nevndu bæði Annika Olsen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, varaborgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini, at ein møguleiki er at byggja eitt borgarahús á stykkið, har Musikkskúlin er.

Ein annar møguleiki er at byggja eitt býarsavn á stykkinum, soleiðis at býarsavnið kann fáa bæriligar umstøður til framsýningar