Nú skal rokningin gerast upp

Í gjár vórðu Saddam Hussein og fleiri av hansara næstu monnum ákærdir fyri krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini. Men hvørja revsing skulu teir fáa? Skal Saddam dømast til deyða og avrættast?

Tað mundi kennast sum tann øvugta verð hjá Saddam Hussein og fremstu monnum hansara, tá teir í gjár komu fyri ein dómara og fingu at vita, at teir verða rættarsøktir fyri sumt av tí, sum teir gjørdu, meðan teir høvdu valdið í Irak. Tað mundi eisini kennast sum tann øvugta verð hjá teimum nógvu irakunum, sum í sjónvarpinum sóu fyrrverandi einaræðisharran og fremstu menn hansara sita á ákærubonkinum.
Millum ákærurnar vóru sum væntað tey grovastu brotsverkini, sum finnast í altjóða lóggávu: krígsbrotsverk, fólkamorð og brotsverk ímóti mannaættini, og fáur man vera í iva um, at í hvussu er Saddam er sekur í øllum ákærunum.
Irakska fyribilsstjórnin hevur gjørt av, at ein serdómstólur skal døma Saddam og menn hansara. Samstundis bleiv fráboðað, at dómstólurin hevur heimild til at døma teir ákærdu til deyða - eini boð, sum ivaleyst fullu í góða jørð í Washington. George W. Bush, forseti, hevur fyrr sagt, at taðeru irakar, sum avgera lagnu Saddams, og at sjálvur hevði hann einki havt ímóti, um úrslitið verður deyðadómur.
Evropasamveldið fer harafturímóti at kunna stjórnina í Bagdad um, at Evropa er ímóti deyðarevsing, sama hvat Saddam ella hinir ellivu verða funnir sekur í at hava havt ábyrgdina av. Talsmenn hjá ES hava sagt seg stúra fyri, at verður tann gamli irakski leiðarin avrættaður, fer tað uttan iva at økja illveljan ímóti Vesturheiminum. Rætt er tað, at irakar skulu døma hann, men tað var Vesturheimurin, sum feldi hann og lat hann upp í hendurnar á dómarunum.
Tað eru kortini ikki øll, sum vænta, at Evropa fer at seta seg upp á bakbeinini, verður Saddam Hussein dømdur til deyða og avrættaður. Fransmaðurin Guillaume Parmentier, sum er serkønur í altjóða viðurskiftum, segði nú um dagarnar, at hann væntar ikki, at tey evropeisku mótmælini verða serliga hvassorðað, verður Saddam dømdur frá lívinum. Maðurin hevur jú beint fyri túsundtals irakum, legði hann afturat.
Ein meiriluti av irakska fólkinum er sambært einari meiningakanning fyri at døma tann gamla einaræðisharran til deyða. 61 prosent av teimum spurdu søgdu seg taka undir við deyðarevsing, verður hann funnin sekur. Fimti hvør helt, at Saddam eigur at fáa lívlangt fongsul.
So eru tað tey, sum ivast í, hvussu rættvís rættarviðgerðin í Bagdad verður, og tí hava fleiri kravt, at alt málið verður sent beinleiðis í útvarpi og sjónvarpi, so tann mentaði heimurin kann tryggja sær, at alt fer rættvíst fram. Millum teirra, sum krevja fullan opinleika, er danski fólkarættarserfrøðingurin Ole Espersen.
? Tað er ikki nóg mikið, at rættarviðgerðin kanska verður tikin upp á film og síðani snøggað, áðrenn hon seinni verður send í sjónvarpi, segði hann við Ritzau í gjár. Sjálvur ivast hann ikki í, at Saddam fær harða revsing og kanska deyðadóm.
Men tað fáa vit ikki at vita enn á sinni. Sjálvt rættarmálið byrjar ikki fyrr enn næsta ár, og sambært teimum serkønu mugu vit bíða í fleiri mánaðir og kanska ár eftir dóminum.