Nú skal røkka ella støkka

Semingsmenninir fóru undir eina síðstu roynd at tiðna fastfrystu støðuna á privata arbeiðsmarknaðinum fyrrapartin hósdagin. Arbeiðarafeløgini halda fast við, at tey fara ikki undir 4 krónur pluss hálvt prosent í eftirløn og undirstrikaðu tað við at venda aftur til eitt prosent í eftirløn fyri árið

? Vit sita, til tað røkkur ella støkkur.
So mikið var semja um á Hotel Hafnia fyrrapartin hósdagin. Tað var nú ella ongantíð, søgdu bæði arbeiðarafeløg og arbreiðsgevarar, sum semingsmenninir høvdu kallað til eina síðstu semingsroynd.
? Vit hava fingið eina áheitan frá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni við vinnumálum, um at gera eina semingsroynd afturat, og vit svaraðu sjálvandi játtandi. Vit hava prátað við partarnar í gjárkvøldið (mikukvøldið, blðm.), og vit hava góðar vónir um, at tað fer at bera til, segði Súni Schwartz Jacobsen, semingsmaður, stutt áðrenn samráðingarnar byrjaðu umleið klokkan 10.30 hósdagin.
Saman við hinum semingsmanninum Høgna Høgnesen skulu teir royna at koma við uppskotinum, sum báðir partar kundu liva við. Hvar tað lá, vildu teir ikki siga so nógv um, men tað er onki dulsmál, at semingsroyndin liggur millum tær fýra krónurnar, sum arbeiðsgevararnir siga vera markið, og tær 4,50 krónurnar um árið, sum arbeiðarafeløgini eru komin niður á.

Fóru uppaftur
Spurningurin var, hvar arbeiðarafeløgini lógu, tá samráðingarnar byrjaðu. Tí hóast tey strektu seg niður á fýra krónur upp á tímalønina um árið, pluss eitt hálvt prosent í eftirløn, so var tað ikki útgangsstøðið kortini, nú ein semingsroynd byrjaði.
? Semingsmaðurin vendi sær til mín í gjárkvøldið, og eg gjørdi honum greitt, at arbeiðarafeløgini krevja eitt prosent í eftirløn umframt tær fýra krónurnar omaná lønina um árið. Tað hálva prosentið var eitt tilboð, sum feløgini bjóðaðu arbeiðsgevarunum fyri at finna eina semju, men tá teir ikki tóku av, so er tað ikki galdandi longur, sigur Páll Nielsen, advokatur, sum hevur ført samráðingarnar fyri arbeiðarafeløgini.
Helst er tað fyri at hava okkurt at slaka við, at arbeiðarafeløgini løgdu eitt sindur omaná aftur eftirlønina. Men tað tyktist púra greitt hósdagin, at tey ikki fara niður um tað hálva prosentið í eftirløn og tær fýra krónurnar omaná lønina um árið.
? Føroya arbeiðarafelag og Havnar arbeiðskvinnufelag hava tosað saman, og vit eru púra samd um, at undir 4 krónur pluss eitt hálvt prosent fara vit ikki. So má løgtingið heldur leggja uppí. Og vit hava allar limirnar í rygginum, segði Vígdis Johannesen, forkvinna í Føroya arbeiðarafelag, beint áðrenn samráðingarnar.

Ivasamar vónir
Hóast lítið skilir partarnar, millum eina hálva og eina krónu um árið, so vóru teir lítið semiligur. Arbeiðsgevararnir søgdu seg ongar vónir hava. Og tað kemst helst av, at teir standa eins streyrrættir sum arbeiðarafeløgini.
Teir hava bara sagt seg at vilja samráðast um eina loysn, sum liggur millum 3,70 og 4 krónur við eftirløn, tí teir siga seg ikki kunna slaka meira, sum framtíðarútlitini hjá vinnuni eru.
Helst er støðan hon, at arbeiðarafeløgini hava ilt við at fara nógv longur niður enn 4 krónur og 0.50 % í eftirløn. Tí eitt verkfall í fimm vikur skal verjast. Hinvegin kundu arbeiðsgevararnir verja eina lítla hækking við, at teir vildu vísa samfelagssinni og bjarga vinnuni undan húsagangi.
Hvussu er og ikki. Um feløgini í verkfalli ikki kundu semjast, so stóð Bjarni Djurholm landsstýrismaður handan leiktjøldini klárur við einum uppskoti at leggja fyri tingið, og tað uppskotið legði seg helst á seinastu semingsroyndina, sum var ógreið, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Eingi tekin vóru, sum vístu, hvønn veg tað bar. Men áðrenn tann stóra fótbóltsdystin millum Føroyar og Týskland í næstu viku er verkfallið óivað av. So ella so.