Nú skal Eysturoyingur takast

Av teimum 93 bátunum, sum hava boðað frá luttøku eru 9 spildurnýggir. Av teimum 9 eru 4 tíggjumannafør, so líkt er til, at nú ætla hini feløgini at taka Eysturoying

Áhugin fyri kappróðraítróttini tykist í løtuni at vera vaksandi. Sum nevnt omanfyri, so hava 93 bátar boðað frá luttøku komandi kappingarár, og er hetta væl meira enn í fjør.

Av hesum 93 bátum eru ikki færri enn níggjú spildurnýggir bátar, sum fyri fyrstu ferð skulu luttaka í FM róðrinum.

Hjá 5-mannaførum eru tað tað Falkur úr Hósvík og Dúgvan úr Sørvági, sum Kaj Hammer úr Havn hevur smíða, umframt at Sámal Hansen úr Runavík hevur bygt Frúnna til Miðvágs Róðrafelag og nýtt Tjaldur til Kappróðrarfelagið NSÍ.

Eitt nýtt 6-mannafar er bygt, og eru tað havnarmenn og -kvinnur, sum hava fingið nýggjan Gongurólv.

Eftir at Eysturoyingur hevur verið fullkomuliga einaráðandi tey bæði seinnu árini, halda fleiri av hinum kappróðrafeløgunum seg hava lurt runavíkingarnir av. Nýggjur bátur tykist vera loysnin, og hetta árið vera ikki færri enn fýra nýggj tíggjumannafør, harav Sámal Hansen, sum smíðaði Eysturoying, hevur gjørt tveir teirra.

Bátarnir úr hondunum hjá Sámali eru nýggi Havnarbáturin og nýggi Nólsoyingur. Eisini vestmenningar og vágbingar hava latið nýggjan bát bygt. Olaf Haldansen hevur smíðað Vestmenningin, meðan Kaj Hammer hevur bygt Vágbing.


Bátsmanningarnir, sum hava boðað frá luttøku eru hesir:


5-mannafør, dreingir

Aldan

Báran

Beinta

blikur

Broddur

Bylgjan

Drekin

Dúgvan

Falkur

Fípan Fagra

Firvaldur

Glyvrabáturin

Havfrúgvin

Hvassi

Junkarin

Kollur

Royndin Fríða

Sílið

Svanur

Tjaldrið

Ørnin


5-mannafør, gentur

Aldan

Báran

Beinta

blikur

Broddur

Drekin

Dúgvan

Falkur

Fípan Fagra

Firvaldur

Frúgvan

Glyvrabáturin

Havfrúgvin

Hvassi

Junkarin

Kollur

Royndin Fríða

Sílið

Súlan

Svanur

Tjaldrið

Ørnin


6-mannafør, kvinnur

Fuglfrirðingur

Gongurólvur

Hósvíkingur

Hvessingur

Jarnbardur

Kollfirðingur

Leirvíkingur

Lómur

Páll Fangi

Riddarin

Snopprikkur

Sólmundur

Strálan


6-mannafør, menn

Gongurólvur

Hósvíkingur

Hvessingur

Kollfirðingur

Leirvíkingur

Lómur

Páll Fangi

Snoprikkur

Sólmundur

Strálan


8-mannafør

Argjabáturin

Fríggjarin

Gullbrandur

Heiðabáturin

Húsavíkingur

Knørrur

Kvívíkingur

Miðvingur

Nevið Reyða

Oyndri

Sandavágsbáturin

Sjóriddarin

Toftabáturin

Víkarbáturin

Ørvur


10-mannafør

Eysturoyingur

Havnarbáturin

Kjølur

Klaksvíkingur

Tívil

Nólsoyingur

Skálabáturin

Suðringur

Vágbingur

Vestmannabáturin

Vestmenningur