Nærum triði hvør danskur prestur verður hóttur

Kanning millum danskar sóknarprestar vísir, at nærum tríggir av tíggju prestum fáa hóttanir í sambandi við embæti sítt.

Henrik Højlund, sum er sóknarprestur í lítlum býi millum Horsens og Vejle, varð fleiri nætur á rað vaktur av telefonhóttanum og sms-boðum, sum søgdu, at hann fór at brenna í helviti.

- Hóttanirnar vóru ótespiligar og svínskar og blandaðu Gud og fjandan saman, sigur Højlund við Avisen.dk, sum hevur gjørt kanningina.

Seinast, Henrik Højlund fekk hóttanir, var í fjør, tá hann luttók í orðaskiftinum um at víga samkynd í kirkjuni. Højlund er ímóti hesi vígslu og hevði sagt sína hugsan í fjølmiðlunum. Stutt eftir komu ótýdligu sms-boðini og uppringingar á náttartíð frá sama fólki.

- Hetta evnið tykist hava fingið viðkomandi uppfrá, og so gjørdist eg skotskiva. Blandingin av átrúnaði, og at eg havi sagt okkurt alment, kann eftir øllum at døma øsa summi.

Summir av teimum 558 sóknarprestunum, sum luttóku í kanningini, siga frá stríði við konfirmantar og foreldur teirra, skrivar Berlingske.

Ein mamma hótti ein prest, tí fyrrverandi maður hennara slapp at sita í kirkjuni til konfirmatiónina. Ein onnur mamma royndi at hótta prestin at koyra konfirmantarnar heim eftir frálæruna. Ein triði prestur fekk hóttandi bræv í postkassan frá einum konfirmanti, sum var ónøgdur við, at ein floksfelagi fekk frí, tá konfirmantarnir gingu til prest.

Ein prestur hevði skrivað í bløðunum um, at menningarlæra Darwins ikki er endaliga prógvað. Dagin eftir hevði onkur loyst øll fýra hjólini á bilinum. Ein annar fekk hóttanir fyri tað øvuta - at siga, at hann heldur menniskjuna vera ættað frá apunum. Og ein triði, sum segði okkurt um islamskar bólkar, fekk kanónslag á altanina.

- Eg skrivaði á Facebook, at eg eri ímóti, at islamistiskir bólkar gera shariaøki í Danmark. Hálvan tíma seinni endaði eitt kanónslag á altanini og ein tíma eftir tað aftur eitt. Sama kvøld varð eg hóttur á Facebook, sigur ein prestur í kanningini.

Ein prestur greiðir frá hóttanum frá einum borgara, sum var misnøgdur við kirkjuklokkurnar. Ein annar upplivdi eina gamla konu sláa seg við stavi mitt í eini samrøððu.

Sambært kanningini er ein av vanligastu orsøkunum til, at prestar verða hóttir, at teir hava luttikið í almenna orðaskiftinum.

(Mynd: Morten Stricker/Berlingske)