Nærlagdur gamal krígsmaður

Colin Powell hevur verið roknaður sum dúgvan millum heykarnar í amerikansku stjórnini, men við sínum stóra sjálvsáliti og nærlagni hevur hann víst, at stundum er tað dúgvan, sum vinnur

ÁRNI JOENSEN:

Heykur ella dúgva? Higartil hevur Colin Powell, uttanríkisráðharri verið roknaður sum dúgvan í stjórnini hjá George W. Bush, forseta, har heykarnir sita tættir. Hann er maðurin, sum amerikanarar seta sítt álit á, tá tað ræður um at sannføra umheimin um, at tað er neyðugt at fara í kríggj við Saddam Hussein eina ferð afturat.
Krígsmaðurin Powell er fyrrverandi generalur við fýra stjørnum á økslini, hann hevur verið trygdarpolitiskur ráðgevi, og tey eru mong, sum halda, at hann hevði kunnað verið forsetavalevni, hevði hann havt hug til tess. Undir Flógvakrígnum fyri tólv árum síðani var tann fremsti ráðgevin hjá táverandi George Bush, forseta.
Árini síðani hevur hann ofta verið frammi alment, men neyvan nakrantíð hava so mong eygleitt hann, sum tá hann fyrradagin royndi at sannføra altjóða samfelagið um, at Saddam Hussein fjalir eina rúgvu av ólógligum vápnum. Tað sást, at hann hevði fyrireikað seg væl, og hann var nærlagdur sum altíð. Uppgávan var eisini stór. Hann skuldi sannføra hinar limirnar í trygdarráðnum og altjóða samfelagið um, at Saddam Hussein er fullur av lygn, og at amerikanska stjórnarumsitingin hevur prógv fyri, at so er.

Vinnur í seinna enda
Colin Powell er tann føddi hermaðurin, og ábyrgdarkensla og loyalitetur eru hansara eyðkenni, siga tey, sum kenna hann.
Tað er alment kent, at hann stundum hevur havt tað strævið, síðani hann tók við uttanríkisráðharrastarvinum. Millum embætismenninar í uttanríkisráðnum er hann nógv avhildin, men hann hevur havt mangan dystin við politikkin hjá Hvítu Húsunum, verjumálaráðnum og ikki minst Dick Cheney, varaforseta. Fleiri ferðir tapti hann í fyrsta umfari, men nakrar mánaðir seinni vísti tað kortini, at tað var hann, sum hevði havt rætt. Ella sum ein av embætismonnum hansara í uttanríkisráðnum segði herfyri:
- Vit vinna meiri, enn vit tapa, men tað er bara so leingi at bíða eftir sigrinum.
Powell verður sagdur at vera ein maður, sum hevur álit á sær sjálvum, og tá hann tók orðið í trygdarráðnum mikudagin, mundi hann eisini kenna seg vísan í, at tað, sum hann hevði at siga, fór at ávirka tey, sum lurtaðu og hugdu. Hann var sannførdur um, at myndirnar, sum hann vísti, søgdu sannleikan, og at ljóðbondini, sum hann spældi, søgdu eisini sannleikan.
Men hann visti eisini, at uppgávan var alt annað enn løtt. Í trygdarráðnum er ivi um amerikanska próvtilfarið, í Kongressini er somuleiðis ivi um álopsætlanina hjá forsetanum, og fjølmiðlarnir - heldur ikki teir amerikansku - hava svølgt tað, sum er lagt á borðið.

Stórt álit
Tað er sagt, at Colin Powell er sera nærlagdur og umhugsin, og at hann kannar allar upplýsingar, eisini ta minstu, áðrenn hann kunnar almenningin. Hetta skal fregnartænastan CIA hava sannað meiri enn einaferð, síðani hann tók við.
Eitt er altjóða samfelagið, eitt annað er tað amerikanska samfelagið, og tá tað snýr seg um tað seinna, leggur Colin Powell stóran dent á at varðveita sítt trúvirði. At tað hevur eydnast tí gamla nærlagda hermanninum at varðveita sítt trúvirði sást í einari meiningakanning, sum varð gjørd fyrr í vikuni. Har svaraðu 63 prosent av teim-um spurdu amerikanarunum, at tey hava størri álit á uttanríkisráðharranum enn á forsetanum. Bara 24 prosent søgdu tað øvugta.