Nærkast triðja valinum í Ísrael upp á eitt ár

Ísraelsku veljararnir kunnu fyrireika seg til tað triðja tjóðartingsvalið upp á minni enn eitt ár.

Tað er greitt, eftir at fyrrverandi verjumálaráðharrin Avigdor Lieberman úr flokkinum Yisrael Beiteinu í dag hevur avvíst at stuðla hvørki av valevnunum til forsætisráðharrasessin.

Fyrrveerandi herstjórin Benny Gantz, sum leiðir flokkin Bláu og Hvítu, fekk uppgávuna at skipa stjórn í Ísrael, eftir at tað ikki eydnaðist virkandi forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, at skipa stjórn.

Fráboðanin frá Lieberman merkir harvið, at tað heldur ikki sær út til at eydnast hjá Gantz, sum hevur freist til klokkan 23:59 í kvøld.

 

/ritzau/AFP