Tað kom púra óvart á, at FC Barcelona hóskvøldið tapti á heimavølli móti Granada. Eftir eitt misjavnt kappingarár við nógv stríði uttanfyri vøll, so hevði FC Barcelona arbeitt seg í eina støðu, har liðið við einum sigri kundi leggja seg á odda í La Liga fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, eftir at bæði Atletico Madrid og Real Madrid settu stig til. Sevilla blandar seg eisini upp í við einum stigi færri enn FC Barcelona.
Tað kiksaði, sjálvt um Lionel Messi legði FC Barcelona á odda í dystinum. Í gjár byrjaði 34. umfar og bæði Atletico Madrid og Real Madrid vunnu sínar dystir. Bæði høvðusstaðarfeløgini máttu tó stríðast fyri sigrinum.
Atletico Madrid vann 1-0 á útivølli móti Elche. Marcos Llorente legði gestirnar á odda, eftir at Luis Suarez fyrr í dystinum hevði brent brotsspark. Í yvirtíðini fekk Elche brotsspark, sum Fidel Chaves sendi á stongina. Harvið heldur Atletico Madrid fast í oddasessinum í La Liga.
Real Madrid mátti eisini arbeiða hart í heimadystinum móti Osasuna. Ikki fyrr enn eitt korter fyri tíð fekk miðverjin, Eder Militao, hol á. Løtu seinni skoraði stríðsmaðurin á miðjuni, Casemiro, til 2-0, sum eisini bleiv úrslitið.
FC Barcelona skal í kvøld halda lív í meistaravónini í útidysti móti Valencia. Ein sigur er so gott sum eitt krav, tí komandi umfar spæla FC Barcelona – Valencia og Real Madrid – Sevilla. Øll kunnu vinna meistaraheitið. Sevilla fær í annaðkvøld vitjan av Atheltic Bilbao.
1 | Atletico Madrid | 34 | 23 | 7 | 4 | 61:22 | 76 |
2 | Real Madrid | 34 | 22 | 8 | 4 | 58:24 | 74 |
3 | FC Barcelona | 33 | 22 | 5 | 6 | 77:31 | 71 |
4 | Sevilla | 33 | 22 | 4 | 7 | 49:26 | 70 |
5 | Real Sociedad | 34 | 14 | 11 | 9 | 51:35 | 53 |
6 | Real Betis | 33 | 14 | 8 | 11 | 42:45 | 50 |
7 | Villarreal | 33 | 12 | 13 | 8 | 50:38 | 49 |
8 | Granada | 33 | 13 | 6 | 14 | 43:54 | 45 |
9 | Celta Vigo | 34 | 11 | 11 | 12 | 46:51 | 44 |
10 | Athletic Bilbao | 33 | 10 | 12 | 11 | 43:36 | 42 |
11 | Osasuna | 34 | 10 | 10 | 14 | 31:41 | 40 |
12 | Levante | 34 | 9 | 11 | 14 | 38:48 | 38 |
13 | Cadiz | 33 | 9 | 10 | 14 | 28:49 | 37 |
14 | Valencia | 33 | 8 | 12 | 13 | 41:48 | 36 |
15 | Getafe | 33 | 8 | 10 | 15 | 26:39 | 34 |
16 | Alavés | 34 | 7 | 10 | 17 | 28:52 | 31 |
17 | Elche | 34 | 6 | 12 | 16 | 29:50 | 30 |
18 | Real Valladolid | 33 | 5 | 15 | 13 | 31:45 | 30 |
19 | Huesca | 34 | 6 | 12 | 16 | 32:50 | 30 |
20 | Eibar | 34 | 5 | 11 | 18 | 26:46 | 26 |