Nú rýmir hann úr Sjálvstýri

Jógvan Skorheim er liðugur í Sjálvstýri - men hann er ikki liðugur í politikki

– Eg havi í dag tikið avgerð um, at eg fari frá sum formaður í Sjálvstýri, og samstundis taki eg meg úr flokkinum. Tað sigur Jógvan Skorheim, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík, og fyrrverandi tingmaður fyri Sjálvstýri, í eini fráboðan í dag.

Hann sigur, at hann hevur hugsað væl og leingi um hesa avgerð, og hon hevur verið tung at taka.

– Tá ið eg gjørdist formaður fyri Sjálvstýri, hevði eg eina vón um at savna flokkin og flyta hann fram á leið eftir eitt drúgt tíðarskeið við skiftandi formonnum og ófriði. Tíverri má eg staðfesta, at tað eydnaðist ikki.

– Eg kenni meg ikki hava neyðugu undirtøkuna í flokkinum, og eg má ásanna, at eg havi ikki megnað at loyst mína høvuðsuppgávu, hóast eg havi lagt stóra orku í arbeiðið.

Tí havi eg tikið avgerð um at siga meg frá sum formann fyri Sjálvstýri og samstundis eisini siga farvæl til flokkin, ið eg havi verið partur av seinastu nógvu árini. 

Jógvan Skorheim sigur, at hann heldur fram í politikki, og næstu árini verður tað sum uttanflokka býráðslimur í Klaksvíkar kommunu. Hann hevur stóran áhuga fyri politikki enn, og tí heldur hann framm í býráðnum.