Fleiri stórfeløg hava sýnt Andrei Arshavin áhuga, men felagið hjá honum, russiska Zenit Skt. Pætursburg, hevur ikki verið sinnað at latið hann farið fyri lágan prís.
27 ára gamli miðvallarin hevur ongantíð dylt fyri, at hann kundið hugsað sær at leikt í einari betri kapping, og nú er tolið uppi. Russiska sjónvarpsstøðin RT endurgevur Arshavin fyri at siga, at hann ikki vil leika fyri Zenit Skt. Pætursburg aftur.
Venjarin hjá honum, Dick Advocaat, skilur avgerðina hjá Arshavin, og at hann ynskir seg til størri felag.
Andrei Arshavin fær eftir øllum at døma ongar trupulleikar við at finna sær eitt nýtt felag, tí fleiri feløg hava sýnt honum áhuga. Serliga Tottenham hevur ligið framvið, men eisini FC Barcelona hevur víst áhuga.