Irak
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
-Hetta er ein søguligur dagur, ein eydnuríkur dagur, og hetta er dagurin, sum allir irakar hava bíðað eftir. Nú kemur Irak aftur upp í altjóða samfelagið, segði irakski forsetin, Ghazi Yawar, á hátíðarhaldinum í sambandi við valdsskiftið í gjár.
Upprunaliga var ætlanin, at irakar skuldu taka við valdinum í Irak í morgin, men sambært Hoshiyar Zebari, uttanríkisráðharra, bleiv valdsskiftið framskundað fyri at tálma teimum nógvu álopunum.
Hóast irakar nú formliga hava valdið í heimlandinum, er vald teirra avmarkað. Teir kunnu ikki leggja nakrar langtíðarætlanir, og teir hava ikki ræðið á teimum umleið 160.000 útlendsku hermonnunum í landinum. Stjórnin í Bagdad hevur kortini heimild til at biðja hermenninar fara av landinum, men hon hevur gjørt greitt, at hon hevur ongar ætlanir um tað.
Burturflytingar
Fyribils er einki, sum bendir á, at valdsskiftið fer at gera tað meiri friðarligt í Irak. Teir seinastu dagarnar hava minst tríggir bólkar boðað frá, at teir fara at avrætta gíslar, fáa teir ikki síni krøv eftirlíkað. Ein bólkur hóttir við at avrætta tríggjar turkar, ein annar hóttir við at avrætta ein pakistana, og í gjár kunngjørdi uppaftue ein bólkur, at hann hevur burturflutt ein amerikanskan hermann. Hesin og ein annar bólkur hava kravt, at amerikanararnir skulu lata fleiri fangar leysar, annars verða gíslarnir avrættaðir.
Sunnudagin doyði ein amerikanskur hermaður, tá ein rakett rakti eina amerikanska herstøð í Bagdad. Sambært Reuters hava minst 630 amerikanskir hermenn latið lív í Irak, síðani kríggið byrjaði.
MYNDATEKSTUR:
Amerikanski umsitingarleiðarin í Irak, Paul Bremer, og ein shiittiskur leiðari undir hátíðarhaldinum í gjár.