Nú nærkast við 52.000 fólkum í Føroyum
Fólkavøksturin heldur fram, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Tann fyrsta juli í ár búðu 51.894 fólk í Føroyum. Tað vísir tann seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni og sostatt er fólkatalið í Føroyum vaksi 850 fólk hetta seinasta ári, og nú mangla bara 106 fólk til vit eru heili 52.000 fólk í Føroyum.
Hagstovan staðfestir, at sostatt heldur vøksturin í fólkatalinum fram, og her skal eisini havast í huga, at juli er tann mánaðurin, tá ið flest fólk flyta úr Føroyum, og august mánaðurin er tann mánaðurin, tá ið flest fólk flyta úr Føroyum.
##med2##
Tað var um ársskiftið 2013 og 2014, at fólkatalið fór veksa av álvara. Tá vóru 48.300 fólk í Føroyum og nú veksur fólkatalið eini 75 fólk - um mánaðin.
Hagstovan sigur, at í seinnu hálvu í 2011 tók fráfytingin úr Føroyum at minka men síðani 2015 ligið hevur fráflytingin ligið í einari fastari upp á 100 fólk um mánaðin, sum flyta úr Føroyum. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp í 150 fólk um mánaðin, og tilflytingin heldur fram at vaksa. Og nú er tilflytingin eini 50 fólk størri um mánaðin enn fráflytingin er.
##med3##
Samstundis verða eini 50 børn fødd um mánaðin, men tað talið sær út til at veksa aftur so líðandi upp í 60 børn um mánaðin.
Talið á fólki sum doyggja hevur somuleiðis ligið í fastari legu við tað, at tað eru eini 30 fólk, sum doyggja um mánaðin.