Nú mugu vit fáa skil á

Tað má halda upp at, at almennar verkætlanir verða nógv dýrari enn ætlað

Tað almenna má fáa betri skil á, tá ið farið verður undir byggjarí av ymsum slagi.

 

Tað heldur Hilbert Elisson, sum í hesum døgum hevur sæti í Løgtingi fyri Javnaðarflokkin.

 

Tí vil hann hava at vita frá Hendriki Old, landsstýrismanni, um nakrar ætlanir eru frammi um a broyta mátan, almennar verkætlanir verða fyriskipaðar og stýrdar upp á.

 

Hann vísir á, at seinastu árini eru fleiri verkætlanir hjá landinum farnar av kós. Ofta eru tær vorðnar væl dýrari enn ætlanin var, og tá ið tær eru lidnar, kemur harafturat javnan undan kavi, at handverkið ikki er ov vánaligt.

 

– Í fleiri førum eru avleiðingarnar av hesum, at stórar sparingar verða gjørdar, longu áðrenn byggingin byrjar, og eisini undir sjálvari byggingini.

 

Hilbert Elisson sigur, at ein afturvendandi trupulleiki er, at ov lítið av pengum verður sett av til tað, ætlanin er at byggja.

 

– Hetta førir sum oftast við sær, at óhepnar avgerðir verða tiknar, sum gera úrslitið nógv verri enn gott er.

 

Hann vísir á, at eiyt tað nýggjasta dømi er vegurin í sambandi við nýggja Viðareiðistunnilin, sum krevur stórar ábøtur, hóast tunnilin er nýliga tikin í brúk

 

Eitt annað dømi er skúladepilin í Marknagil, har ógvusligar sparingar vórðu settar í verk, áðrenn farið varð at byggja. Og fyri at fáa játtina yvirhøvur at halda, eru peningaligar ósemjur á meira enn 70 milliónir endaðar í gerðarrætti.

 

– Fyri nøkrum árum síðan endaði ein skúlabygging í Suðuri við, at skúlin skuldi umvælast fyri einar 16 milliónir krónur, nøkur fá ár eftir at hann varð tikin í brúk.

 

Tað er okkurt í skipanini riggar ikki, sum tað skal, og tað eiga vit at rætta, sigur Hilbert Elisson.