Nú mugu vit fáa gongd á aftur

Tey, sum hava sett sítt álit á løgmann mugu ásanna, at onki er hent og mugu nú leggja høvdið í blot fyri at finna eina undanførslu, heldur Jákup Mikkelsen

Nú má tunnilssteðgurin hjá Hendriki Old halda upp at. Tað heldur Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fòlkaflokkin.

 

Enn eina ferð tekur hann tunlarnar Norður um Fjall fram og enn eina ferð staðfestur hann, at teir eru ein deyðsfella.

 

Hann vísir eisini á, at nú eru tað tvey ár síðani at Viðareiðistunnilin varð tikin í nýtslu og tá staðfesti løgmaður, at nú skuldi Hvalbiartunnilin gerast, og síðani skuldi farast undir tunlarnar Norður um Fjall. Og løgmaður segði eisini, at gongst sum ætlað, verður koyrandi ígjøgnum nýggjar tunlar Norður um Fjall um eini seks, ella sjey ár.

 

Men Jákup Mikkelsen heldur, at hetta hevur víst seg ikki at vera eftirfarandi, tí Hvalbiartunnilin er ikki so frægt sum boðin út enn og enn minni er gongd á málinum um tunlarnar Norður um Fjall. Men nú heldur hann, at gongd má fáast á aftur at gera tunlar í Føroyum.

 

Í vár varð uppskot lagt fyri Løgtingið um at framskunda tunlarnar Norður um fjall við at lata Norðoyatunnilin standa fyri byggingini og fíggja ein part av honum. Aftur fyri skal bummgjaldið halda fram. 

 

Tað uppskotið varð felt og í tí sambandi søgdu fleiri tinglimir í samgonguni at løgmaður kannaði málið og skuldi tosa við samgonguna um at framskunda arbeiðið. Men Jákup Mikkelsen staðfestur, at einki hoyrdist frá løgmanni og tað tekur hann sum tekin um, at undirtøka fæst ikki í samgonguni fyri at framskunda tunlarnar Norður um Fjall. 

 

Men nú heldur hann, at tunnilssteðgurin má vera av og nú er so sama uppskot aftur lagt fyri Løgtingið um at lata Norðoyatunnilin taka sær av málinum. 

 

 

Trýst HER og síggj meiri um, hvørjar tankar, Jákup Mikkelsen, hevur gjørt sær um málið

 

 

– Ætla tey samgongufólk sum feldu uppskotið í vár við tí grundgeving, at løgmaður sat við loysnini, at fella tað eina ferð afturat, mugu tey so aftur brúka hugflogið fyri at finna eina undanførslu, heldur Jákup Mikkelsen.