Nú mugu børnini loftast rætt

Pedagogfelagið eftirlýsir nú greiðar mannagongdir fyri, hvussu og nær vit lata samfelagið upp aftur á námsfrøðiliga økinum, so brúkarar og starvsfólk eru vard móti smittu. Hetta er viðkomandi áheitan.

Men eitt annað er, sum vit eisini eiga at hava í huga: Hvussu brynja vit best námsfrøðiligu starvsfólkini til at møta børnunum, sum fara at hava hópin av upplivingum, spurningum, reaktiónum og sárum á sálini. Bæði á dagstovnum, for- og frítíðarskúlum og í fólkaskúlanum.

Børnini hava verið heima við hús eitt langt tíðarskeið, har tey hava upplivað støðuna á ymsan hátt. Tey hoyra tíðindi og tey vaksnu, sum tosa. Tey hugsa og spyrja.

Nøkur teirra eiga orð, onnur ikki. Nøkur eiga vaksin við eygum, sum “síggja” og oyrum, sum “hoyra”, onnur ikki.

Børnini missa kanska svøvnin, hava marrudreymar, deyðsangist og ímynda sær ein órealistiskan veruleika - í hesum órealistiska veruleika.

Øll børn hava tørv á at verða møtt á teirra støði, tey reagera á ymsan hátt og ymisk tíðspunkt.

Summi hava foreldur, sum hava havt yvirskot, umstøður og stundir at "møta" børnunum, og at skapa ein hampiliga normalan gerandisdag, hóast samfelagið hevur verið í undantaksstøðu.

Men mong foreldur hava eisini, sera forstáiligt, verið strongd og óttafull, og hava kanska ikki megnað at vera tann foreldraútgávan, sum tey kundu ynskt sær. Tað hevur heilt sikkurt verið ein sera, sera stór avbjóðing hjá nógvum familjum at verða sligin heim í korona-Ludospælinum. 

Eisini hava mong børn verið avskorin frá umheiminum og tryggleikaskapandi persónum í einum dysfunktionellum heimi við til dømis sálarsjúku, rúsmisnýtslu, harðskapi, kynsligum ágangi, klandri ella øðrum mistrivnaði, sum ávirkar stemningin í heiminum.

Og so eru øll hini børnini, sum frammanundan høvdu serligan tørv, sum kanska eru dragnað menningarliga og nú krevja serlig, serlig átøk.

Námsfrøðiligu starvsfólkini hava sostatt eina krevjandi námsfrøðiliga uppgávu at lyfta, tá børnini koma aftur á stovn, frítíðarskúla og í skúla. Hvussu møta vit børnunum, teirra spurningum og reaktiónum? Summi starvsfólk megna hetta, onnur ikki. Og summir stovnar/skúlar hava kanska longu fyrireikað hetta, aðrir ikki.

Ikki minst er hetta viðkomandi fyri tey mongu ófaklærdu hjálparfólkini, sum kanska ikki eru før fyri at "møta" børnunum professionelt í álvarsstøðuni.

Tí eiga ábyrgdarhavandi - leiðslur og myndugleikar - eisini at fyrireika hetta málið væl, eins og sjálvan smittuvandan.

Mentamálaráðið hevur evstu námsfrøðiligu ábyrgdina av stovns- og skúlaøkinum og kundi, í samráð við kommunurnar og serfrøðingar, framleitt dygdargott og atgeingiligt tilfar og vegleiðingar, bæði til foreldur og starvsfólk á stovnum og skúlum.

Tí eitt er givið. Verða børnini ikki loftað ordiliga nú, fer krúnukrímið, sum onkur hevur kallað tað, at seta seg sum sálarsár í mong ár og ættarlið fram.