Handaligu lærugreinarnar í føroyska fólkaskúlanum liggja í dvala. Orsøkin er, at einki nýtt tilfar verður keypt inn. Endin er sjálvandi, at einki tilfar er eftir tá avtornar.
? Tað, sum hendir nú, er, at tilfarið gongur undan í teimum handaligu lærugreinunum, har vit skulu keypa nógv inn, sigur Jógvan Martin Mørk, varaskúlastjóri í Eysturskúlanum. Hann ásannar, at undirvísingin ikki fer fram, sum hon eigur, og hesum kann skúlin ikki liva við.
Hetta rakar serliga tær handaligu breytirnar, sum næmingar í 10. flokki hava tveir dagar um vikuna. Einki tilfar er eftir, og tí fáa næmingarnir onga veruliga undirvísing í hesum lærugreinunum.
Vit frætta frá fleiri næmingum, ið ganga á teimum serligu handaligu breytunum í Havn, t.d. handarbeiðs- og listabreytunum, at næmingarnir í fleiri førum bert sita og trilla tumlar ella sita hendur í favn, tí einki tilfar er at arbeiða við.
Tað rakar tó ikki bert breytirnar, men allar handaligar lærugreinar í øllum fólkaskúlum kring landið.
Niels Nattestad, skúlastjóri í Venjingarskúlanum í Havn, ásannar, at tilfarið minkar so hvørt. Hann fílist tó á framferðarháttin hjá Lærarafelagnum í hesum málinum. Hann ivast í, um hetta er rætti mátin at handfara málið.
? At leggja arbeiðið niður rakar bæði lærarar og næmingar hart, tí lærararnir skulu framvegis undirvísa, hóast einki tilfar er til taks, og tað er sera strævið fyri báðar partar, sigur Niels Nattestad.
Hann leggur tó afturat, at hann tekur undir við kravinum hjá Lærarafelagnum um at fáa skipað viðurskifti á hesum økinum.
Skúlastýrini vísa á trupulleikan
Skúlastýrini í Tórshavnar Kommunu hava gjørt vart við trupulleikan. Fyri einum góðum mánað síðan sendu umboð fyri øll stýrini í kommununi landsstýrismanninum við skúlamálum, Óla Holm, eitt skriv.
? Støðan í skúlanum er nú, at børn okkara ikki kunnu fáa ta undirvísing, tey hava rætt til og krav uppá, stendur í skrivinum, sum er dagfest 18. mars. Víðari stendur, at skúlastýrini vilja gera vart við, at undirvísingin í fleiri lærugreinum ikki er nøktandi.
Nú er ein mánaður liðin, síðan skrivið kom landsstýrismanninum í hendi, og støðan er versnað síðan tá.
Skúlastýrini taka ikki støðu fyri ella ímóti nøkrum av pørtunum í málinum, men tey átala harðliga, at málið viðvíkjandi røkt av serhølum og amboðum ikki er loyst enn. Tey heita á myndugleikarnar um at finna eina loysn á trætuni.
Gamal trupulleiki
Elsa Birgitta Petersen, formaður í Føroya Lærarafelagið, sigur, at felagið noktar limum sínum at røkja serstovur og amboð, fyrr ein skipan er sett í verk fyri savnsrøktirnar. Orsøkin er, at hetta málið hevur ligið á láni í fleiri ár.
? Málið um savnsrøktirnar stavar frá 1977, tá landsstýrið og Lærarafelagið á fyrsta sinni avtalaðu at fáa eina skipan settaí verk. Vit hava eisini gjørt avtalur bæði í 1999 og 2000 um at fáa viðurskiftini í rættlag, men einki er hent. Ikki fyrr enn vit blokera uppgávurnar til próvtøkurnar í summar, tástani vakna myndugleikarnir, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Samráðingarnar millum Lærarafelagið øðrumegin og Mentamálastýrið, Fíggjarmálastýrið og Kommunusamskipan Føroya hinumegin fóru í gongd mikudagin, tá partarnir avtalaðu, hvussu samráðingarnar skulu fara fram.
Eingin ivi er um, at hetta er ein stórur trupulleiki, sum má loysast beinanvegin. Næmingar og foreldur vísa á, at støðan er ótolandi, og skúlastjórar gremja seg um vantandi tilfar.