Nú manglar lítið í at samkynd kunnu giftast

Seint í gjárkvøldið samtykti Løgtingið at broyta hjúnabandslógina

Eftir eitt orðaskifti ið vardi í fleiri tímar, samtykti Løgtingið seint í gjárkvøldið eitt uppskotið um at broyta hjúnabandslógina.

 

Tað er tað umstrídda stykki tvey í grein 14, sum er broytt.

 

Eftir hjúnabandslógini kunnu hjún, sum eru borgarliga vígd, fáa hjúnalagið signað í eini kirkju. Tað er hetta, sum stendur í nógv umrødda stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini.

 

Men nú Løgtingð samtykti í fjør, at samkynd skulu kunna giftast í Føroyum, var tað ein treyt, at tað er eitt mál, kirkjan ikki skal blandast upp í.

 

Sostatt kann lógin um at samkynd kunnu giftast, ikki setast í gildi fyrrenn hjúnabandslógin er broytt, soleiðis at samkynd hjún ikki kunnu fáa hjúnabandið signað í kirkjuni.

 

Tí er uppskot nú lagt fyri Løgtingið um at broyta stykki tvey í grein 14 soleiðis, at hjún, sum eru borgarliga vígd kunnu lata sóknarprest signa hjúnalagið, um so er at kirkjan hevur eitt løggilt ritual til tað.

 

Í hesum sambandi er víst á, at kirkjan hevur onki ritual til at signa eini samkynd hjún. Og sostatt kunnu samkynd hjún ikki vælsignast í kirkjuni, fyrrenn kirkjan sjálv tekur avgerð um tað, og eitt ritual verður gjørt til endamálið.

 

Tað var hetta uppskotið, Løgtingið viðgjørdi í alt gjárkvøldið.

 

Andstøðan royndi til tað seinasta at forða fyri ætlanini, eitt nú varð roynt at fáa Løgtingið at samtykkja at hava fólkaatkvøðu um málið.

 

Men tað fall. Ístaðin samtykti Løgtingið at broyta hjúnabandslógina so at samkynd kunnu giftast. Og meirilutin var tryggur, tí tað vóru tey 16 í samgonguni, Sonja Jógvansdóttir og so Edmud Joensen og Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum, sum atkvøddu fyri. Sostatt fekk uppskotið 19 atkvøður fyri og 14 atkvøður vóru ímóti.

 

Les eisini: Samkynd sleppa at giftast kanska longu í summar

 

Uppskotið skal kortini samtykkjast einaferð afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt. Men við so tryggum meiniluta í nátt, fer tað neyvan at broyta nakað. Enn er óvist nær tann seinasta viðgerin verður. Tingfundur er mánadagin, men málið stendur ikki til at vera á skrá tá.

 

Men tað er í øllum førum greitt, at málið verður endaliga avgreitt, áðrenn Løgtingið fer í summarfrí.