Søgan um eitt eldrasambýli
Fyri nøkrum árum síðani gjørdi kommunan, har eg sjálvur búgvi (Sjóvar kommuna) eitt stórt arbeiði, fyri at fáa eitt eldrasambýli í bygdini. Eg var sjálvur ikki tingmaður tá, men av tí at eg var skrivari hjá einum politiskum flokki, vendu bygdaráðslimir sær ofta til mín, í eini roynd at koma á tal við landspolitikarar um hetta málið. Tað kom eisini so langt, at uppskot varð lagt fyri tingið, um nevndu ætlan.
Landsstýrismaður í almannamálum tá var Hans Pauli Strøm. Hann helt fast við, at tað bar ikki til at geva tilsøgn um stuðulslán til eina kommunu í Eysturoynni, tí sum eldraøki var øll Eysturoyggin at rokna sum eitt øki, og í hesum økinum var akutti tørvurin nøktaður. Tað hevði ongan týdning, sambært landsstýrismanninum, um tørvurin í eini einstakari kommunu ikki var nøktaður. Øll oyggin skuldi roknast sum eitt øki.
Máttu bíða, men fingu einki
Sjóvar kommuna noyddist tí at bíða til næstu útbjóðing av játtanum, men nú tann rundan var, fall eingin játtan til Eysturoynna, tí tørvurin sigst framvegis vera ov lítil.
Eg skilti- og skilji framvegis væl sjónarmiðið um, at játtanin skal falla har, sum tørvurin er størstur, men nú sær út til, at Hans Pauli Strøm hevur kúvent.
Eru ikki øll øki líka?
Suðuroyggin verður, eins og Eysturoyggin, roknað sum eitt eldraøki. Har er eitt ellis- og røktarheim og trý eldrasambýli. Um fáar mánaðir opnar eitt nýtt ellis- og røktarheim í Vági, har pláss verður fyri 24 búfólkum. Tá tað heimið er opnað, verður akutti tørvurin í Suðuroynni nøktaður – eisini um ætlaðu broytingarnar á Tvøroyri verða framdar.
Men Hans Pauli Strøm sigur nú, at hann kann als ikki góðtaka nakra broyting á Tvøroyri. Suðuroyggin skal við øðrum orðum hava aðrar treytir enn restin av landinum.
Eiga ikki at seta økini uppímóti hvørjum øðrum
Nú skal eg ansa eftir, hvat eg sigi um hetta, tí vit eiga sjálvsagt ikki at seta økini uppímóti hvørjum øðrum, og sjálvandi skal Suðuroynni verða unt góðar umstøður á eldraøkinum. Men vit tosa um at spara, tí at pengar mangla, og tá ber ikki til at pilka eitt øki burturúr.
Ætlanin hjá Rósu Samuelsen er ikki at lata ellis- og røktarheimið á Tvøroyri aftur. Har verður eingin rikin á dyr, men har verður heldur eingin nýggjur tikin inn, so hvørt sum plássini tømast, tí tey sum koma afturat, skulu inn á nýggja heimið í Vági, og tørvurin í Suðuroynni verður nøktaður.
Um hetta er nóg mikið til at Hans Pauli Strøm vil seta samgonguna uppá spæl, so velji eg at trúgva, at okkurt heilt annað býr aftanfyri.
Stríð ímillum tvey kongaríki
Tað sum eg als ikki skilji við viðmerkingunum hjá Hans Paula Strøm er, at hann mælir til, at landið keypir eldrasambýlið í Vági og skipar tað sum deild undir ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri, heldur enn at flyta fólk av Tvøroyri á ellis- og røktarheimið í Vági. Hetta virkar sum eitt meiningsleyst stríð ímillum tvey kongaríki, har endamálið er heilt eitt annað, enn at veita búfólkunum eina góða tænastu.