Nólsoyingar hava nú fingið ferðsamand aftur. Tey mistu annars ferðasambandi seinnapartin, tá ið Hasfjord fekk tekniskar trupulleikar á veg um Nólsoyarfjørð, og mátti sleipast til Havnar.
Í gjár mátti nýggja skipið, Erla kongsdóttir, eisini takast úr sigling, tí tveir rútar í salongini brádliga fóru í knús undir siglingini um Nólsoyarfjørð. Óvist er, nær hon fer í sigling aftur, tí fyrst skal greiða fáast á, hví teir ikki toldu siglingina – og tað var tí at Erla Kongsdóttur fekk ein sjógv, at teir brotnaðu.
Brekið, Hasfjord fekk í dag, var ikki álvarsligt, tí talan var um eina slangu sum hol var farið á. Brekið er nú umvælt og sostatt varð siglingin tikin upp aftur nú klokkan 20.30, tá ið Hasfjord fór úr Havnini. Tey fara aftur úr Nólsoy klokkan 21, men verður brúkt fyri einum eykatúri, verður hann eisini sigldur, tá ið Hasfjord er komin aftur til Havnar.
Strandferðslan sigur, at í morgin verður siglt eftir ferðaætlanini.











