Nólsoyingar høvdu nógv góð hugskot

Nógvir nólsoyingar leitaðu sær á borgarafundi um nýggja bústaðarpolitikkin fyri Tórshavnar kommunu í gjárkvøldið. Fundurin varð hildin í Royndarhúsinum í Nólsoy. Eini 55 fólk vóru á fundinum, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Á fundinum bleiv báði tosað um bústaðarpolitikk, grundøki í Nólsoy, leiguíbúðir, eldraíbúðir, vetrarfriðing, samferðsluviðurskiftini og nógv annað.

 

- Annika Olsen, borgarstjóri, og Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini, greiddu frá um innihaldið í politikkinum og svaraðu mongu spurningunum og lurtaðu eftir mongu góðu hugskotunum, sum nólsoyingar høvdu á lofti, skrivar kommunan.

 

Borgarafundurin í Nólsoy var seinasti táttur í fundarrøð, sum hevur verið ymisk støð í Tórshavnar kommunu, har fyrsti bústaðarpolitikkurin fyri Tórshavnar kommunu hevur verið til umrøðu.