Nú letur ungdómshúsið upp

Oyri: Nú er komið undir land at rigga gamla Garnhúsið til sum tilhaldsstað hjá ungdóminum í kommununi. Tey ungu hava sjálvi gjørt ein part av arbeiðinum at laga húsið til nýggja virksemið, og hava sostatt sett sín dám á teirra ungdómshús.

Nú er klárt at lata upp, og verður gjørt í kvøld klokkan 19. Byrjað verður av álvara frá mikudegnum hin 28. desember. Vanliga verður opið mikukvøld frá klokkan 18 til 22 og fríggjakvøld frá klokkan 19 til 24.

- Ætlanin er at hava eina almenna móttøku í januar mánaði, sigur leiðarin í ungdómshúsinum, Anja á Bø við heimasíðuna hjá Sunda kommunu.

Tilboðið er ætlað teimum, sum eru byrjaði á framhaldsdeildini og upp til 18 ára aldur.