FSF-fundur
Tann lógarbroytingin, sum fekk drúgvastu umrøðuna á aðalfundinum, var uttan iva uppskotið um, at tað nú aftur skal verða so, at tvey lið flyta beinleiðis upp og niður millum deildirnar.
Kappingarmomentið
Við at kaga at stigatalvuni, soleiðis sum hon endaði í fjør, so var ikki løgið, at GÍ var eitt av feløgunum, sum oftast hevði orðið hesum viðvíkjandi.
Janus Rasmussen, nývaldur formaður, helt, at ein slík broyting fyrst og fremst vildið minkað um kappingarmomentið í lægri deildunum. Ein pástandur, sum gekk beint ímóti tí, sum formaðurin í kappingarnevndini annars førdi fram, tá lógaruppskotið varð lagt fyri aðalfundin.
Men tað vóru ikki øll, sum vóru samd í GÍ-formanninum. Serliga var tað skyldmaðurin, Atli Gregersen, sum er formaður í SÍF, sum argumenteraði ímóti hesum.
Viðvíkjandi kappingarmomentinum, so helt hann, at hetta bara kundi styrkja um hetta. serstakliga í bestu deildini, har hann helt, at tað var »ov lætt« hjá feløgunum at sleppa undan niðurflyting. Í fyrsta lagi, so ráddi bert um at sleppa undan niðasta sessinum, tí við heilum ári í hægri tempo í beinunum, hevði eitt Formula-lið ovurstóran fyrimun til seinastu dystirnar undir verandi skipan. Hann vildi vera við, at fóru tvey beinleiðis niður, so vildi hetta viðført, at tyngri endin av bestu deildini í nógv størri mun syrgdi fyri neyðuga styrkinum tíðliga á árinum.
Hartil vísi hann á truplu støðuna, sum feløg í aðru deild eru í. At nálareygað at sleppa upp í lovaða landið, har inntøkugrundarlagið er einar 400 tkr. størri, er somikið trongt, at hetta kann vera beinleiðis heilsuskaðiligt. Serstakliga tí feløg kunnu verða noydd at spenna seg somikið hart, at tað er beinleiðis vandamikið fyri pengakassan, um málið ikki verður rokkið.
Veldst um eygað
Orðaskiftið um málið gjørdist rættiliga drúgt, men felagsnevnarin tóktist tó vera, at áskoðanin var ymisk, alt eftir, hvar viðkomandi felag var at finna á stigatalvuni í oktober í fjør. Menn tosaðu eisini við rímiliga stórum bókstavum um ambitiónsstøði, fíggjarráð og annað.
Men endin var tó, at ein breiður meiriluti tók undir við uppskotinum. Bara tvey feløg atkvøddu ímóti, tá alt kom til alt, meðan 13 atkvøður vóru fyri.
Og so mugu vit eisini rætta eitt mistak, sum var íkomið í hósdagsútgávu okkara. Her staðfestu vit, at tað framyvir bert eru nummar eitt og tvey, sum kunnu flyta upp. Nakað sum tó ikki er heilt rætt.
Eigur eitt lið umboðan í ovaru deildini, ber sjálvandi illa til at flyta upp. Tá sleppur nummar trý at flyta upp. Men har steðgar spurningurin um uppflyting so eisini. Tí einki lið lægri enn nummar trý kann fáa henda møguleika.