- Hjá teimum allarflestu er onki at seta fingurin á. Men tað eru nøkur fá sum liva og láta sum tey vilja, uttan at hugsa um hini.
Hvalba er eitt av teimum plássunum, sum hevur trupulleikar av, at nøkur fá fólk í bygdini virða ikki skipanina, sum kommunan hevur í samband við burturkast.
Trygvi Midjord er formaður í teknisku nevnd og hann sigur, at tann stóri meirilutin av fólkinum aktar ta skipan, sum kommunan hevur sett í verk.
Men tað eru nøkur fá, sum ikki leggja í nakað og sum tveita frá sær, akkurát, sum best ber til.
Og tey elva til stórt fortreð og nógv eykaarbeiðið hjá kommununi.
Hann sigur, at serliga sjónskt hevur hetta verið, nú binguplássið hevur verið stongt, tí ovnurin hjá IRF hevur verið óvirkin.
Hóast bingjuplássið hevur verið stongt, eru tað fólk, sum kortini tveita burturkast frá sær á bingjuplássið og sleppa tey ikki inn við tí, verður tað bara tveitt uttanfyri. Høgt stik er rundanum plássið og tað er eisini komið fyri, at stikið er klipt fyri at fáa rusk innum.
Avleiðingin er, at hóast ruskplássið varð stongt, mátti umsjónarmaður frá kommununi hvønn dag yvir at rudda.
Hetta sama ger seg galdandi nógva aðrastaðni.
Eitt, sum eisini kemur fyri, er, at fólk koyra gráa IRF posan í bingjurnar. Men kommunan betalir fyri at fáa bingjurnar tømdar og hon betalir eisini fyri at fáa ruskposarnar tiknar. Verða posarnir koyrdir í bingjuna, noyðist kommunan sostatt at betala tvær ferðir fyri sama burturkast.
Tað sama ger seg galdandi við tyrvingarplássunum. Har sigur stór skelti, at tey eru bara til tøð og gamalt hoyggj, men kortini kemur fyri at síggja plastposar og annað burturkast har. Eisini hetta krevur eyka arbeiðið av kommununi.
Tí heita tey, sum standa fyri ruskplássinum í Hvalba staðiliga á fólk um at
Tað er eisini so sum so, hvussu fólk skilja burturkastið.
Hendan dagin, umsjónarmaðurin í Hvalba var á ruskplássinum og ruddaði, sovorðið burtur, sum fólk høvdu tveitt uttanfyri, kom hann fram á einum kláran plastposa við seks óskotnum høglpatrónum í.
Hetta halda teir, eru heilt ábyrgdarleyst, tí óskotnar patrónir kunnu gera skaða, ella tær kunnu fella í óvitahendur og so veit ongin, hvat kann henda.
Arni Nielsen hevur Faroe Trade í Fámjin og hann selur byrsur og alskyns útgerð til byrsur og sostatt eisini patrónir.
Hann sigur, at tað eru lítil sannlíkindini fyri, at patrónir, sum verða koyrdar í bingjuna hjá IRF kunnu gera skaða. Men ongin veit, hvat kann henda, leggur hann afturat.
Í øllum førum sigur hann, at patrónir hoyra hvørki heima í bingjuni ella í gráa ruskposanum.
- Tað er blýggj í patrónum og tí skulu tær beinast burtur í tann grøna posan, sum er til vandamikið burturkast.
Sjálvur hevði hann skorið toppin av patrónunum, stoytt høglini úr og koyrt tað í tann grøna posan.