Hernaðarsamtyktin
?Nú kunnu vit síggja veruleikan í eyguni.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er væl nøgdur við hernaðarsamtyktirnar, sum løgtingið endaliga samtykti mikudagin, seinasta dagin, áðrenn tað fór í summarfrí.
Hann sigur, at nú kunnu føroyingar viðgera hernaðarmálini útfráveruleikanum.
? Hernaðarsamtyktirnar, sum hava verið í gildi, vóru gjørdar útfrá tíðini, sum tá var. Men tær vóru gamlar og heimurin er nógv broyttur, síðani.
Men Løgmaður heldur eisini, at tær samtyktirnar førdu til, at føroyskir myndugleikar vórðu heilt settar út á eitt síðuspor uttan at hava nakra sum helst ávirkan á okkara egnu viðurskifti.
? Tær gomlu hernaðarsamtyktirnar staðfestu, at Føroyar skuldu vera uttanfyri allar hernaðarligar samgongur.
Og hóast Føroyar skuldu vera uttanfyri allar hernaðarligar samgongur, hevur veruleikin verið ein heilt annar, tí vit hava jú alla tíðina verið ein partur av NATO.
? Sostat hevur landsstýrið altíð havt eina støðu, sum hevur verið í stríð við veruleikan.
Føroyingar púra avskornir
Løgmaður sigur, at samtyktin, sum segði, at vit skuldu vera uttanfyri hernaðarsamtyktir, hevur í veruleikanum ført við sær, at landsstýrið heilt avskorið frá at viðgerða hernaðarmál og trygdarmál.
Sostatt kundi landsstýrið als ikki so frægt sum viðgera teir fyrispurningar, tað fekk.
?Men hernaðarsamtyktirnar førdu eisini við sær, at føroyskir myndugleikar í alt ov lítlan mun vóru kunnaðir um tað, sum hendi á hesum øki og sum hevði týdning fyri okkum.
Kortini staðfesta bæði bæði Reyðabók og Svartabók, at tá ið viðurskifti viðvíkjandi Føroyum vóru á skránni, varð løgmaður kunnaður viðhvørt.
? Men løgmaður mátti hava hesa vitan fyri seg sjálvan og tí hann hevði ikki heimild at kunna sítt egna landsstýri, ella løgtingið um tað, hann visti.
? Og annars gjørdi tað ikki mun, hvat løgmaður segði, tí tær ætlanir, sum vóru í umbúna í Føroyum, vórðu settar í verk, sama, hvat løgmaður segði.
Stinga ikki høvdið í sandin
Jóannes Eidesgaard sigur, at nýggja hernaðarsamtyktin er ein uppgerð við tað støðuna.
Nýggja samtyktin ber í sær, at føroyingar alment viðurkenna veruleikan, sum hann er, nevniliga, at vit, ígjøgnum ríkisfelagsskapin, eru ein partur av einum størri verju og trygdarpolitiskum høpi, antin vit vilja ella ikki.
? Tá ið vit kortini eru ein partur av eini størri heild, kunnu vit akkurát tað sama royna at fáa sum frægast burturúr.
Løgmaður ásannar, at tjóðveldisflokkurin er ímóti, at hernaðarsamtyktin viðurkennur, at verjupolitikkur er danskt ábyrgdarøki.
? Tað er rætt. Men tað hevur altíð verið galdandi. Og skal tann støðan broytast, so mugu vit taka loysing. Fyrrenn tá, kann verju- og trygdarpolitikkur ikki vera føroyskt ábyrgdarøki.
? Men veruleikin er eisini, at tað verður altso ikki við tað fyrsta, at vit taka loysing.
?Og ístaðin fyri at stinga høvdið í sandin, sum tjóðveldisfólk hava gjørt alla tíðina, er samgongan sinnað til at royna at fáa tað besta burturúr undir teimum umstøðum, sum eru.
Jóannes Eidesgaard sigur, at nýggja samtyktin ber í sær, at føroyskir myndugleikar skulu hoyrast og skulu hava møguleika at ávirka avgerðirnar, tá ið ætlanir viðvíkjandi Føroyum eru á skránni.
? Umframt at gera støðuna greiða á økinum, er endamálið eisini at gera føroyskar politikarar virknar, tá ið tað snýr seg um trygdar- og verjupolitikk á føroyskum landøki, sjóøki og luftøki, sigur løgmaður.