Nú koma vetrarælini inn yvir okkum

Eitt brúgvalag er á veg fram við Føroyum av vestri og síðani kemur køld luft við ælaveðri. Um vikuskiftið letur til at køld luft streymar inn yvir Føroyar av norðri. Mánadagin fer ein hátrýstsryggur yvir okkum og mánanáttina nærkast eitt nýtt brúgvalav av vestri.

 

Í dag

Samdrigið og ælaveður, seinnapartin ella í kvøld møguliga vátaslettingur. Strúkur í vindi upp í skrið av vestri og útnyrðingi, 13 til 18 m/s, um kvøldið makar hann í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Hitin millum 2 og 8 stig, kaldast í kvøld. Í nátt verður samdrigið og ælaveður, andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, og hitin millum 1 og 5 stig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, um kvøldið og náttina øtlar hann í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, leygarnáttina møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Leygardagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi og norðri, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Sunnudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, eitt skifti upp í skrið í støðum, 20 m/s. Um náttina makar hann í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein útsynning og seinni sunnan. Turt og sólglottar. Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn av vestri. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina øtlar hann í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.