Nú koma mótmælini til Danmarkar

Fíggjarmótmælini, sum byrjaðu á Wall Street í New York, og sum síðani hava breitt seg haðani til fleiri býir, nærkast nú Evropa, og í Danmark eru fólk farin at fyrireika tey fyrstu mótmælini har.

Ein rørsla, sum nevnir seg Occupy Denmark, mælir á Facebook fólki til at taka lut í einum mótmælistiltaki, sum verður á Ráðhúsplássinum seinnapartin leygardagin. Sambært danska kringvarpinum hava 175 fólk teknað seg seinnapartin.

Fólkatingslimurin Frank Aaen úr Eindarlistanum styðjar tey, sum ætla sær á Ráðhúsplássið leygardagin.

-Tað er púra burturvið, at samstundis sum vit hjálpa bankunum við milliardatrygdum og lata teir sleppa at læna pengar úr Tjóðbankanum fyri lága rentu, missa túsundtals danir arbeiðið og verða revsaðir við høgari rentu, sigur hann.

Í London eru eisini ætlanir um eitt mótmælistiltak leygardagin, og har hava 3.500 fólk boðað frá, at tey ætla sær at taka lut í tiltakinum.