HM
Tað verður lagt nógv fyri í dystunum í HM-endaspælinum í Týsklandi, og dómararnir hava fingið boð um at halda seg strangliga til fótbóltslógirnar. Tað hevur sjálvsagt við sær, at nógv gul og eisini reyð kort verður givin spælarunum.
17 spælarar hava higartil fingið leikbann í kappingini. Teir eru hesir:
Jean-Paul Abalo, Togo
Vladislav Vasjtjuk, Ukraine
Radoslaw Sobolewski, Póland
Ognjen Koroman, Serbia & Montenegro
Mateja Kezman, Serbia & Montenegro
Didier Drogba, Fílabeinsstrondin
André Macanga, Angola
Javad Neukonam, Iran
Vratislav Lokvenc, Kekkia
Thomas Ujfalusi, Kekkia
Asamoah Gyan, Ghana
Sulley Muntari, Ghana
Daniele De Rossi, Italia
Pablo Mastroeni, USA
Eddie Pope, USA
Eric Abidal, Frakland
Zinedine Zidane, Frakland