Til fundin í bygdaráðnum lógu umsóknir frá íalt fýra av bygdunum um smærri fótbóltsvallir úr Haldórsvík, Hósvík, Norðskála og á Oyri. Men í hesum umfarinum verður kortini bert gjørdur vøllurin í Haldórsvík.
Kommunan hevur fingið játtað stuðul til ein slíkan vøll, men einki øki er gjørt klárt til at hava vøllin á.
Trivnaðarnevndin í Sunda kommunu mælti bygdaráðnum til at gera ein vøll í Haldórsvík. Hetta kom av, at frástøðan til tann nærmasta vøllin í kommununi er stór, eins og tann veruleika, at ferðasambandið er trupult.
Bygdaráðið skuldi tí atkvøða um, at hesin vøllurin verður gjørdur í Haldórsvík, og at tekniska nevndin skal fara undir at gera økið klárt.
Og hetta samtykti so bygdaráðið, og tí kunnu tey í Haldórsvík so smátt fara at gleða seg til ein fótbóltsvøll í bygdini.