Nú kemur Dansurin til Føroya

- Íslendski filmurin Dansinn, ið byggir á stuttsøgu eftir William Heinesen, verður sýndur í Havnar Bio annan páskadag - við føroyskum undirtekstum.

- Tað styrkir okkara samleika at síggja føroyskan tekst á filmi, sigur Árni Dahl, ið hevur týtt filmin til føroyskt.

Tað verður sera forkunnugt at sita í Havnar Bio annan páskadag, tá ið fyrsta sýningin av íslendska filminum Dansinn verður. Ikki bara tí, at filmurin lutvíst er tikin upp í Føroyum og at fleiri føroyingar eru við. Fyrstu ferð nakrantíð sýnir Havnar Bio ein film fyri almenningin við føroyskum undirtekstum.

Tað er Árni Dahl, lærari, ið hevur tikið stig týðingina og sum sjálvur hevur týtt filmin. Í gjár fór hann til Íslands, har hann skal leggja síðstu hond á týðingina. Sjálv týðingin er liðug, og tí verður uppgávan hjá honum at snikka hana til til undirtekstir og at seta teir inn á filmin.

Filmurin varð sýndur í Íslandi fyri fyrstu ferð 25. september í fjør.

- Vit komu at tosa um, um danskur ella enskur undirtekstur skuldi nýtast, tá ið filmurin skal sýnast í Føroyum. Tá skjeyt eg upp fyri leikstjóranum at hava føroyskan undirtekst. Hann helt tað vera eitt gott hugskot um vit kundu útvega fígging til tað, sigur Árni Dahl.

Síðani í heyst hevur Árni Dahl á egna forlagnum Fonnum arbeitt við málinum, útvegað fígging og týtt filmin.

- Hetta hevur verið ein sera spennandi uppgáva. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein filmur, ið verður sýndur í biografinum, fær føroyskan tekst. Eftir mínum tykki er tað neyðugt at týða íslendskan film til føroyskt. Íslendskir tekstir eru sjálvsagt ymiskir, sumt er lætt at skilja, annað er minni lætt og tað veldst sjálvsagt um, hvørjar fortreytir ein hevur at skilja málið.

- Samstundis er hetta eisini ein mentunarpolitiskur spurningur. Fara vit inn í ein íslendskan biograf eru allir filmirnir á útlendskum máli týddir til íslendskt, og tað sama er galdandi í biografum í øðrum Norðurlondum. Tað sama áttu vit at sett okkum fyri, at allir filmirnir, ið verða vístir, verða týddir til føroyskt. Í øllum førum eiga vit at stremba ímóti at týða nakrar á hvørjum ári. Tað hevði avgjørt verið eitt framstig. Samstundis er upplagt, at filmir, ið verða vístir í føroyska sjónvarpinum, verða týddir til føroyskt. Tað styrkir okkara samleika at síggja føroyskan tekst á filmi, sigur Árni Dahl.


Væl eydnaður filmur

Tað hevur kostað forlagnum Fonnum 33.000 krónur at keypa eintakið av filminum, og Árni Dahl hevur onga samsýning fingið fyri at týða filmin. Havnar Bio, Undirvísingar- og mentamálastýrið, Mentunargrunnurin hjá Løgtinginum og einstakar kommunur hava stuðlað týðingararbeiðinum.

Tað er August Guðmundsson, ið hevur leikstjórnað filmin Dansinn, ið sum kunnugt byggir á stuttsøgu eftir William Heinesen. Partur av upptøkunum er gjørdur í Føroyum, serliga í Saksun og í Koltri. Nógvir av statistunum eru føroyingar og tríggir leikarar somuleiðis. Teir eru Kristina Hansen, Elis Poulsen og Jógvan Ósá. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio annan páskadag.

- Mær dámar væl filmin. Føroyingar fara avgjørt at kenna seg aftur í honum, hann er skemtiligur og leikstjórin er trúgvur ímóti upprunahandritinum, serliga William Heinesen stígur væl fram, sigur Árni Dahl at enda.