Nú kemur bókin um Mikines

Frá mánadegnum 27. november verður nýggja bókin um lívið og listina hjá S. J. Mikines at fáa í handlunum. Hetta er mest umfatandi verkið um listamannin higartil.

Útgávan av hesum stóra verki er komin í lag í sambandi við, at listamaðurin hevði verðið hundra ár í ár.
Tað er Nesútgáfan í Íslandi, ið stendur fyri útgávuni og íslendski listasøgugranskarin Aðalsteinn Ingólfsson hevur skrivað størsta partin av verkinum, tó hava eisini Bárður Jákupsson og Bent Irve staðið fyri nøkrum tekstum.
Í tíðindaskrivi sigur útgevarin, at bókin kastar nýtt ljós á lívið hjá Mikines. Eisini hevur bókin eina sera umfatandi savn av myndum. Nógv av verkunum, ið verða víst í bókini eru ikki áður almannakunngjørd.
Harumframt er eitt umfatandi yvirlit yvir allar sýningar, ið Mikines luttók á. Í Sosialinum í vikuskiftinum verður ummælið av bókini.
Bókin verður útgivin á trimum tungumálum; føroyskum, donskum og enskum og kostar 695 kr.