Nú kann Eysturoyartunnilin lata upp

Eysturoyartunnilin er nú góðkendur til almenna ferðslu

Landsverk og Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hava í dag góðkent Eysturoyartunnilin til almenna ferðslu.

Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava gjøgnumgingið projektið, tilbúgvingina og trygdarútgerðina í Eysturoyartunlinum, men áðrenn Eysturoyartunnilin kundi endaliga góðkennast til almenna ferðslu, skuldi trygdarútgerðin í tunlinum trýstroynast í einari stórari venjing.

Venjingin var í gjárkvøldið. Umleið 90 fólk frá Politinum, Tórshavnar Sløkkiliði, Skálafjarðar Sløkkiliði, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku lut í venjingini, sum eftirkannaði ventilatiónsskipanina og samskiftisútgerðina í tunlinum.

Allir partar høvdu egnar eygleiðarar við, sum aftaná skrivaðu hvør sína frágreiðing um venjingina.

Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, tók saman um niðurstøðurnar og hevur góðkent tilbúgvingina í Eysturoyartunlinum.

Landsverk hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini og hevur í dag staðfest, at Eysturoyartunnilin lýkur øll myndugleikakrøv og tískil kann lata upp fyri almennari ferðslu.

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Eysturoyartunnilin til almenna ferðslu.