Nú hálar EB/Streymur inn á ÍF

Upptakt: Í kvøld kann blíva áfast millum EB/Streym og ÍF í landskappingini, um heimaliðið vinnur

Tríggir dystir í 18. umfari eru longu spældir, og tí verða bara tveir dystir á skránni í kvøld. TB fær vitjan av Víkingi og EB/Streymur tekur ímóti ÍF. Hóast toppurin er úti í Evropa og spælir, so stendur nógv upp á spæl.

EB/Streymur hevur meldað seg úr botnstríðnum við tveimum sigrum upp í slag, og trimum sigrum í seinastu fimm dystunum. Nú kann blíva áfast við ÍF, sum kemur á vitjan.

EB/Streymur-ÍF (Beinleiðis á FM1)

Fríggjadagin klokkan 19

Dómari: Bjarki Danielsen

Tað gongur væl hjá EB/Streymi, sum nú er bara fýra stig aftanfyri ÍF, ið hevur fingið nóv rós fyri kappingarárið í ár. Tá hevur heimaliðið heldur ikki havt møguleikan at styrkja hópin nevnivert, í mun til ÍF, sum hevur fingið tilgongd av eitt nú Jens Joensen, Hákun Edmundsson, Filip Djordjevic og Uros Stojanov.

Hjá heimaliðnum er tað eindin, sum er tað týdningarmesta. Tað verður tað eisini fríggjakvøldið, tá teir kunnu koma áfast fuglfirðingum við einum sigri. Gestirnir eru uttan Filip Djordjevic, ið hevur samlað sær fýra gul kort. Avrikini hjá ÍF hava ikki verið so góð í seinastuni, og Uros Stojanov hevur ikki fingið nógvar málmøguleikar.

Liðtíðindi:

EB/Streymur:

Ikki við: Niklas Kruse (leikbann), Magnus Jarnskor (liðband í knænum), Magnus Heinason, Bjarki Zachariassen

ÍF:

Ikki við: Filip Djordjevic (leikbann, 4 gul)

Ivasamir: Pól Jákup Lundsbjerg (vøddaskaði)