Av teimum 60 tonsunum, sum uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum seldi í dag, vóru knappliga 40 tons svartkalvi frá einum trolara og tveimum garnaskipum. Tað mesta fór fyri millum 24 og 25 krónur fyri kilo.
Av øðrum var mest av hýsu og kongafiski, og prísurin var yvirhøvur góður. Tann stóra hýsan fór fyri 17,75 krónur í meðal, og prísurin á hinum støddunum lá millum 12,78 krónur og 16,65 krónur. Av kongafiskinum var mest av stødd II, sum fór fyri 12,32 krónur í meðal.
Tey 60 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri knappliga 1,2 millión krónur.










