Nógvur roykur, men eingin fiskur

Maskinan á Skarvi steðgaði, tá ið teir vóru á veg til lands hósmorgunin. Teir fingu í gongd aftur og komu til lands við egnari hjálp

Fiskivinna

Tað reyk ógvuliga illa úr skorsteininum á Skarvi, tá ið skipið kom damlandi inneftir Skálafjørðinum beint eftir klokkan 8 hósmorgunin. Makkarin, Trastur, sigldi beint aftanfyri og fylgdist inn eftir við Skarvi, sum næstan var fjaldur í royki.
Sosialurin var á bryggjuni, tá ið skipini løgdu at. Panikkur var eingin umborð, hóast lúðurin ýldi.
Roykur og eingin grind, plaga tey at taka til, men her var roykur, helst ikki so nógv á vási kortini og lítil fiskur í lastini.

Roykur og sjógvur

Ragnar Olsen á P/F Beta sigur, at skipini hava verið úti tað mesta av eini viku. Veðrið hevur verið ólagaligt, og lítið er komið burtur úr, tí illa hevur verið roynandi. Skipini høvdu einar 500-600 kassar tilsamans.
- Sum eg havi skilt, steðgaði maskinan á Skarvi, tá ið skipini vóru á veg til lands. Teir fingu í gongd aftur og kláraðu til lands við egnari hjálp.
Sambært maskinmanninum umborð á Skarvi, sigur Ragnar, er neyvan tann stóri skaðin hendur.
- Veðrið hevur verið buldrasligt hendan túrin, og skipini vóru á veg inn. Trastur hevði eisini fingið nakað av sjógvi í lastina, tí trupulleikar vóru við lensingini.

Havhestur tøkur

Tá ið Beta fekk nýggju trolararnar, Stelk og Bak, vórðu tríggir av gomlu Kuba-trolarunum lagdir. Ein teirra, Havhestur, liggur tó tøkur, um brúk skuldi verið fyri avloysaraskipi.
- Havhestur, sum er ein av teimum, ið er farin úr flotanum, hevur soleiðis verið einar 2-3 túrar, nú Skrápur hevur verið til klassingar. Men Skrápur er liðugur nú, sigur Ragnar.
Hann vísir á, at øll skipini fingu nýggjan motor í 1977-1979, og síðan tá hava eini 2-3 av skipunum aftur skift motor.
- Minnist eg rætt, er Skarvur millum teirra, sum ikki hevur skift motor á øðrum sinni, sigur Ragnar Olsen.