Føroyskur tónleikur fyllur nógv í íslendsku miðlunum í hesum døgum, bæði Teitur og Eivør hava løg á A-listanum hjá Rás 2, ið er best umtókta útvarpsstøðin í Íslandi, skrivar
Útvarpsstøðin, ið er tónleikarásin hjá Ríkisútvarpinum hevur ein sonevndan playlista, ið er listi yvir tey løgini, ið verða spæld í løtuni. Hesin listi er býttur upp í 2, ein A-lista, ið telir tey mest spældu løgini, og ein B-lista við løgum, ið eisini verða spæld, tó ikki líka ofta. Á A-listanum liggur nýggja Eivør lagið Grát Ei, ið Eivør vann AME-sangkappingina við, og Louis Louis hjá Teiti.
Á B-listanum eru eisini føroysk løg, Brandur Enni við lagnum Lifelong Lovesong, Gestir við Hvørt fótafet, Høgni Lisberg við Just Dig umframt, at Eivør eisini hevur eitt lag á hesum parti av listanum. Talan er um ein konsertupptøku av Nú Brennur Tú í Mær. av stórslignu konsertini hjá Eivør í Tivoli í fjør, sigur heimasíðan hjá Atlantic Music Event.