- Vit spæla ein keðiligan fyrra hálvleik har teir fáa eitt bíligt mál, men koma so út í seinna hálvleik og pressa. Eg haldi tó ikki, at vit sleppa veruliga í gongd í seinna hálvleiki, tí hvørja ferð vit veruliga eru komnir upp í gir, so verður spælið steðga av dómarinum. Tað eri eg rættiliga argur um, tí eftir mínum tykki varð tað floyta alt ov nógv, segði Trygvi Mortensen.
- Eg haldi annars, at talan var um ein rættiliga javnan dyst. HB-liðið var so ikki verri enn vit, og munurin var tann, at teir stóðu betur á vøllinum, segði Trygvi Mortensen um dystin.
- Vit missa so annaðplássið í dag, men hava ein dyst til góðar mikudagin, tá vit spæla í móti B36. Tá kunnu vit yvirtaka annaðplássið aftur. Men tapa vit tann dystin og EB/Streymur vinnur móti ÍF, so verður tað trupult hjá okkum, segði Trygvi Mortensen eftir dystin sunnudagin.