Løgreglan í London er farin undir eitt stórt átak ímóti brotsmannaliðum í býum, og higartil í dag eru 121 fólk handtikin. Sum skilst hava øll tey tiknu tilknýti til brotsmannaumhvørvið í býnum, men sambært BBC eru nøkur tikin í sambandi við eitt morð.
Bretskir fjølmiðlar siga, at løgreglan hevur framt meiri enn 300 húsarannsóknir í London í dag, og BBC veit at siga, at løgreglan hevur lagt hald á rættiliga nógv rúsevni undir húsarannsóknunum.
Løgreglan í London hevur mannað eina serliga deild við 1.000 løgreglumonnum, sum skulu halda eygað við brotsmannaliðunum í býnum.










