Sundalagið: Orsøkin til henda stóra áhugan at byggja, eru helst teir høgu húsaprísirnir í Havn. Í Sundalagnum kunnu tey bara staðfesta, at fólk leita sær út á bygd, um tey vilja seta føtur undir egið borð.
- Tað er tó greitt, at fólk fyri langari tíð síðan hava funnið leiðina norður í Sundalagið, og hetta sæst nú aftur í sethúsabyggingini, verður sagt úr Sunda kommunu.
Hetta fegnast tey sum vera man um, tí tað fer eisini at gera sítt til at røkka málinum fyri nýggju Sunda kommunu, sum ynskir at verða ein sterk og savnandi eind fyri alt økið.
Víst verður á, at barnatalið er vaksandi, samstundis sum kommunan leggur stóran dent á, at hava ansingartilboð til øll, ið hava tørv á tí, eins og skúlarnir verða dagførdir so hvørt.
- Umframt hetta eru stórar íløgur gjørdar á røktarøkinum, verður sagt.
Enn er ætlaða útstykkingin í Hósvík ikki byggibúnað. Tá hetta gerst veruleiki, helst fyrst í komandi ári, kemur enn størri gongd á byggingina, tí har er størsta talið av fólki, sum bíðar eftir grundstykki.