Nógv vandamikil flogfør

Evropasamveldið hevur júst endurskoðað listan við flogfeløgum, sum sambært samveldinum ikki lúka trygdarreglurnar, sum eru áløgd feløgum, sum flúgva til ES-lond. Eftirmetingin vísir, at meiri enn 250 flogfeløg eru nú á svartalista hjá ES. Nógv tey flestu eru skrásett í Afrika, men nøkur eru eisini í asiatiskum londum sum Afghanistan, Indonesia og Kasakhstan.

Einki flogfelag í Evropa er á svartalistanum hjá ES, men onkur feløg í Spania og Týsklandi hava fingið at vita, at gera tey ikki meiri við trygdina umborð á teirra flogførum, enda tey á listanum.