Nógv størri áhugi nú

Føroysku fótbóltsáskoðararnir hava verið heldur spakir seinastu tíðina, men formaðurin í 12. manni, Regin Egholm, sigur, at áhugin undan dystinum hesa ferð er munandi størri, enn hann hevur verið

Fótbóltur

 

Tað var longu eftir dystin í Malta á sinni, at føroyski 12. maðurin varð skipað sum veruligt áhugafelag. Fram til 2005 ella har á leið var talan eisini um rættiliga aktivt felag, ið var partur av flestu uttanlandsferðum hjá landsliðnum, har tey settu dám á býarmyndina, har spælt varð.

Eisini til heimadystirnar hjá landsliðnum hevur nógv verið gjørt burturúr. Seinnu árini hevur áhugin tó verið dalandi, men formaðurin hjá 12. manni, Regin Egholm, roknar tó við nógvum áskoðarum leygardagin.

- Tað eru í øllum førum nógv, sum hava havt á munni, at dysturin móti Eysturríki í øllum førum er ein dystur, sum tey ætla sær til. So vit rokna við, at áhugin verður nakað væl størri, enn hann hevur verið, sigur Regin Egholm.

Og hvussu fara tit so at fyriskipa upphitingina til dystin?

- Tað verður í Bowling-høllini á Hálsi, sum jú er tætt við vøllin. Vit eiga annars eitt stórt telt, og upprunaliga ætlaðu vit at nýta hetta, men veðurlíkindini eru eitt sindur óviss, og tí hava vit valt tí tryggu loysnina til hetta. Har fara vit so at hava andlitsmáling, felagssangir og hyggja at Landskrona-dystinum. Og hvør veit, um ikki okkurt gott tilboð eisini verður í barrini, sigur Regin Egholm.

 

Alt hongur saman

Hóast eystureuropisk lið sjáldan hava drigið tær stóru áskoðarafjøldirnar til Tórsvøll ella Svangaskarð, so er eingin loyna, at tað var eitt vónbrot við bara 805 áskoðarum til seinasta landsdystin.

Hesi hoyrdust nóg illa kring vøllin, og hóast Regin bæði vónar og ætlar, at ljóðmúrurin verður settur hægri leygardagin, so staðfestir hann eisini, at hetta hongur saman við avrikinum á vøllinum.

- Tað er so nógv, sum spælir inn, so eg fái ikki lovað, at tað verður eitt buldur og brak av okkum. Sjálvandi royna vit at stuðla, men um menninir á vøllinum geva tað, sum vit vilja hava teir at geva, so kemur alt í øllum førum av sær sjálvum. Tað hongur jú saman, so hevur liðið ein ringan dag, smittar hetta helst eisini yvir á áskoðararnar, sigur Regin Egholm.

Og tað tykist eisini, sum hevur Regin vónina um, at liðið fer at geva øllum tað, sum bíðað verður eftir. Í øllum førum er formaðurin í 12. manni bjartskygdur, tá vit spyrja, um hann er til reiðar at koma við sínum boði um úrslitið leygardagin.

- Einum skoti kann eg altíð koma við. Tað kostar so einki. Men vit plaga jú at hava gott tak á Eysturríki, tá vit spæla ímóti teimum, so hví ikki ein tepur 1-0 sigur aftur hesaferð, sigur Regin Egholm.