Parkeringsviðurskiftini í Havn
Øll sum koyra bil Í Havnini, vita, hvussu trupult tað er at finna parkeringspláss mitt í býnum.
Men kortini er tað eitt stórt parkeringspláss mitt í býnum, sum verður lítið og onki brúkt.
Talan er um parkeringsplássið á Bursatanga, har heilir 44 básar eru.
Har hevur tað verið loyvt at parkera í fýra tímar.
Men so varð parkeringstíðin stytt niður í ein tíma. Avleiðingin av tí hevur verið, at parkeringsplássið verður lítið og onki brúkt og tað eru sjálvdan meiri enn einir 15 av teimum 44 básunum í brúki.
Men nú hevur ein meiriluti í teknisku nevnd hjá Býráðnum samtykt at leingja tíðina, tað er loyvt at parkera á Bursatanga upp í tveir tímar.
Men Leivur Hansen, sum eisini er í minnilutanum, mælti til at longja tíðina upp aftur í fýra tímar, sum tað var upprunaliga.
Hann sigur, at tey, sum hava brúkt hetta parkerinngsplássi, eru fyri ein stóran part starvsfólk í Tryggingini og á øðrum stovnum og fyritøkum har um leiðir og sum hava kunnað sett bilin har fyri fyrrapartin og so aftur fyri seinnapartin.
? Men tá ið parkeringstíðin varð skerd niður í ein tíma, førdi tað við sær, at tey, sum plagdu at parkera á Bursatanga, heldur funnu sær onnur parkeringspláss aðrastaðni í býnum, eitt nú á Glasheyggi og á Abbatrøð, har ovurstórir parkeringstrupulleikarnir eru frammanundan hjá teimum, sum arbeiða har um leiðir, sigur Leivur Hansen. Hetta sjálvsagt fyri at sleppa undan at fáa bót.
? At parkeringstíðin á Bursatanga verður longd ein tíma, er neyvan nóg mikið til at lokka bilarnar omanaftur, sigur Leivur Hansen.










