Nýtt landsstýri
Nógv virksemi hevur verið á Gamla Apoteki síðani samráðingar um nýtt landsstýri byrjaðu fyri umleið eini viku síðani, og í endaspurtinum hósdagin og fríggjanáttina slapp møguliga komandi samgongan at standa sína roynd. Hósdagin vildi Fólkaflokkurin hava at vita frá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, hvønn hugburð teir høvdu til at fáa Anfinn Kallsberg út í Tinganes aftur. Hetta var eftir øllum at døma ein liður í tí taktiska spælinum, nú málsøkini skuldu býtast millum flokkarnar. Fólkaflokkurin vildi við hesum stigi gera greitt, at hann fór at seta stór krøv, slapp Anfinnur ikki aftur í landsstýrið. Eisini metti hann tað vera heilt rímuligt at krevja tríggjar landsstýrissir, nú Javnaðarflokkurin fekk løgmann og Sambandsflokkurin fekk tingformannin.
Bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin gjørdu greitt, at teir kundu ikki góðtaka Anfinn Kallsberg í landsstýrinum og eftir tað var hektiskt virksemi. Eina løtu ljóðaði, at Tjóðveldisflokkurin møguliga vildi góðtaka Anfinn Kallsberg sum løgmann kom gamla samgongan afturíaftur. Hetta hevur tó helst verið partur av tí psykologiska krígnum, sum valdaði í apoteksumhvørvinum hósdagin og hóskvøldið.
Talið á landsstýrisfólki kom so niður á 7 eftir telvingina hósdagin. Áðrenn blaðið fór til prentingar ljóðaði, at Javnaðarflokkurin umframt løgmann, sum skal umsita málini hjá Løgmálaráðnum, eisini fær almanna- og heilsuøkið. Hetta økið hevur verið undir tveimum landsstýrismonnum í undanfarnu samgongu. Men tað hevur eisini ljóðað, at Javnaðarflokkurin hevur veriðúti eftir Innanríkisráðnum, sum hann sjálvur er faddur at. Tað ljóðar eisini, at Sambandið vil hava hetta málsøkið og uppaftur aðrar gitingar vilja vera við, at har verður einki Innanríkisráð. Tað er tó ósannlíkt, tí tað er sjeynda ráðið.
Sum skilst leggur Fólkaflokkurin seg eftir at fáa Vinnumál og Fiskivinnumál men hevur eisini roynt at fáa Fíggjarmálini. Okkurt tykist tó benda á, at Sambandsflokkurin fer avstað við Fíggjarmálum, og at tað kann henda, at Fólkaflokkurin tá fær Menta- og skúlamál. Hitt málsøkið hjá Sambandsflokkurin verður so helst Innlendismál.
Ringt er at seta persónsnøvn á men í tí politiska umhvørvinum eru fleiri boð og har verður gitt dúgliga. Sannlíkt er at Bjarni Djurholm heldur fram við vinnumálum, og Jákup Vestergaard við fiskivinnumálum. Fær Fólkaflokkurin Fíggjarmál, so flytur Bjarni Djurholm út í Albert Hall. Men fær Sambandið fíggjarmálini, so kann nýggi maðurin har koma at eita Bárður Nielsen. Fær Fólkaflokkurin mentan og útbúgving er Jógvan á Lakjuni eitt gott boð. Um Javnaðarflokkurin fær Almanna- og heilsumál verður tosað um Andreas Petersen, men gitt verður eisini, at Hans Pauli Strøm stendur klárur til henda so týðandi og stóra sessin.
Øll samráðingarfólkini svóvu tá blaðið allan fríggjamorgunin royndi at fáa viðmerkingar til tey ymsu málsøkini. Fundur skuldi vera aftur á Gamla Apoteki klokkan 14 í gjár.
Seinasta
Stríðast um fiskivinnumál
Ein tann seinasti knúturin í samgongusamráðingunum snýr seg eftir øllum at døma um, hvør skal hava fiskivinnumálini. Tað ljóðar, at Sambandið og Fólkaflokkurin togast um málsøkið. Fær Sambandið tað, sum er sannlíkt, so verður landsstýrismaðurin helst Alfred Olsen. Tá fær Fólkaflokkurin so Innlendismálini